Stríðshugaða fjøldin

Sólmundur Joensen

----------

 

Stóð har einsamallur

stríðsfúsi blóðreyði

nærhendis

harðmæltur greiður frá

 

fleiri hundrað fátæk børn

í hesum vakra landi

í landsuðuri

fleiri túsund fátækrabørn

 

millum tær fínu glæstrimyndirnar

heimleys í túsundatali

 

verða kallað vælferðarsamfeløg

bert fyri tey vælbjargaðu

 

tann kúgandi stættin

niðurbindur tað

kúgaðu fjøldina

við ósannindum

 

stættastríðið er av

greiður

tað borgarliga harkaliðið frá

 

nei sanniliga er stættastríðið ikki av

nústani byrjað av álvara

 

arbeiðarafjøldin niðurbundin

leinkjað í kapitalismunnar

oyðandi sjálvgóðsku

og privatiserings ørsku

trælir í egnum húsum

- frælsishugsjónin doyr -

ófrælsir

sleppa ongan veg

 

leinkjurnar níva og naga

skríggjandi pína og einsemi

 

meðan kapitalistisku ørindasveinarnir

yvirstættin á ferð

hagar

luksusdýrini savnast

saman við fínarimpunum

snákunum drekka vín

og flenna ein býttisligan látur

 

kapitalistiska skipanin

sprænur eitur kring allan heimin

 

vesturheimurin

tey vælbjargaðu

geva við aðrari hondini

taka fleiri túsund aftur

við hinari

 

kapitalismunnar trælaok

tyngir arbeiðarafjøldina niður

bæði til likams og sálar

gerast líkasæl

 

tænarar vorðnir yvirstætt

traðka niður á okkum

verkafólk arbeiðarastættin

 

draga til sín spekulantarnar

og fóðra teir væl og virðiliga

 

í stríðum streymi

alskyns marglæti

smábørn gráta, svølta, syrgja og pínast

hokna niður av arbeiði

fyri tann vælgødda vesturheimin

 

rægammarnir tevja altíð profitt

lata seg í margfaldu

spekulantahamar

 

jú sanniliga hevur marglætisgudurin

jól og góðar dagar

sum eitrandi soppar

kring alt landi

leinkjað arbeiðarastættin í øldir

 

meðan tann kúgaða fjøldin

verður eitrað

tilfeingið tikið frá henni

stendur eftir á berum

 

hvar er sosialisman

javnaður, brøðralag og frælsi?

 

hava tit tveitt hugsjónina

niður í grugguta borgarliga leypin?

 

vit

arbeiðarafjøldin verkamannastættin

fáa ikki eyga á hugsjónina

og so als ikki í verki

 

vær vónum at teir veruligu

socialistarnir

sleppa framat

og taka stýrisvøl í hond

og seta kós og sigla innar

í sosialismunnar

heiðurskrýnda land!

 

Vær viljum sigrað!!

 

Sólmundur Joensen