Bæði Føroya Tele og Vodafone (nú eitur tað Hey) fingu í 2017 átalu og ávaring frá Brúkaraumboðnum, tí báðir veitararnar hava í lýsingum brúkt ”Føroya besta” í síni marknaðarføring. Tað framgongur í ársfrágreiðingini hjá Brúkaraumboðnum fyri 2017-18.
Føroya Tele marknaðarførdu seg sum Føroya bestu í 4G og farneti, og Vodafone marknaðarførdu seg sum Føroya bestu í sjóneti. Fjarskiftisveitararnir kærdu hvønn annan fyri at brúka ”Føroya besta” í sínum lýsingum.
Víst varð til marknaðarføringarlógina § 3 um forboð móti villleiðandi marknaðarføring.
Báðir fjarskiftisveitararnir vórðu av Brúkaraumboðnum bidnir um at skjalprógva, at uppáhaldini um ”Føroya besta” í lýsingunum vóru røtt. Hvørgin sendi Brúkaraumboðnum nøktandi skjalprógv.
Brúkaraumboðið metti, at lýsingarnar vóru brot á marknaðarføringarlógina, sum kundu enda við bót. Men í hesum føri, tá báðir teir stóru fjarskiftisveitararnir høvdu mál hjá Brúkaraumboðnum um tað sama hjá hvørjum øðrum, vórðu málini ikki fráboðaði løgregluni.
Brúkaraumboðið gav tó bæði Føroya Tele og Vodafone átalu og ávaring. Samstundis gjørdi Brúkaraumboðið báðum fyritøkunum greitt, at líknandi lýsingar ikki skulu verða nýttar í framtíðini, uttan at nøktandi skjalprógv fyriliggja. Brúkaraumboðið kunnaði eisini fyritøkurnar um, at skulu skjalprógv hava nøktandi próvstyrki, verður vanliga sett sum krav at útsagnirnar eru grundaðar á úttalilsir, ummæli ella kanningar framdar av uttanveltaðum myndugleika við viðurkendum fakligum førleika.