Strámannavirksemi og lobbyarbeiði føroyinga!

Eg eri ógvuliga hart ímóti øllum skipa strámannavirksemi og lobbyarbeiði ið gongur fyri seg aftan ryggin á vanligum føroyingum, hvat vit sóu við fiskiloyvum!

Tað eru landasvíkjarar, quislingar, tá valdstystandi føroyingar aftan fyri ryggin á vanligum føroyingum føra seg fram sum eiga teir oyggjar, firðir, havumhvørvi!
Eg fái andstygd tá ein sær hvussu valdstystandi føroyingar bera seg at mótvegis sínum egnu landsmonnum, ið ein gevur av grovfíluni í lesarabrøvum í bløðunum!
Tað kann ikki vera rættvíst at grannatjóðir okkara á slíkan hátt skulu fáa loyvi at keypa seg inn í føroyskt vinnulív, meðan føroyingar verða hildnir uttan fyri!
Eg vil hava blaðlesarar alment at gera vart við seg í bløðum og kjaki úti ímillum manna og tala at landspolitikarar hava ein týðandi leiklut í slíkum í dag!
Tað kann ikki vera rættvíst at valdstystandi innan tær svørtu afturhalds/stórkapitalistisku/fríu marknaðarkreftir skulu stýra øllum tí politiska lívinum í dag!
Eg komi framhaldandi at fylgja øllum tí, skriva upp og havi fleiri rámandi avdúkingar, ið hava fingið arva-fíggindar at ignorera ein í tí dagliga gerandislívinum!
Tað er ein samfelagsskylda ið ein røkir tá ein gevur øllum innlit/forstáilsi/ tilvitan/eingin fær frá teimum/ valdstystandi, innan omanfyri nevndu kreftir ídag!
Eg vil steðga strámannavirksemi og lobbyarbeiði, ið alment skal avdúkast tað ongantíð ovskjótt og at vit vanligir føroyingar kunnu keypa rætisrættindini í dag!
Tað gevur úrslit at stríðast ímóti øllum, tá ein kennir baklandið og hugsjónir og hugburðir og málburðir, ið ein viðger í túsundtals lesarabrøvum í bløðunum!
Eg síggi, at alt tað ein hevur stríðst fyri síðan seinast í sjeytiárunum vinnur almennan, politiskan frama!