Í blðanum ólavsøkuaftan søgdu vit, at Strálu menninir ongantíð høvdu vunnið á óalvsøku. Heldur ikki í 1991 og í 1992, tá teir vunnu FM.
Tá starturin var av á ólavsøku, kundi tað tókst sum um vánaligu ólavsøkuhagtølini skuldu halda fram. Kollfirðingur leyp avstað, Hvessingur og Hósvíkingur vóru honum á baki, og Strálan misti eina lítla hálva bátslongd beinanvegin.
Hvessingur setti seg skjótt á spíssin, og so runnu Strálan og Hósvíkingur aftaná.
Í Havnar róðrarfelag høvdu tey vónað, og eisini roknað eitt sindur við, at Gongurólvur fór at gera um seg, men hann heilkiksaði. Starturin var vánaligur, Gongurólvur blandaði seg ongantíð uppí, og hervið var róðrarárið hjá HR púrasta miseydnað.
Tá bátarnir komu á Molan, var skuturin millum Stráluna og Hvessing farin at minka. Inn til hálvan Molan stóð stavn um stavn, men so fór Strálan at ganga frá Hvessingi. Teir úr Hvalvík/Streymnesi royndu at svara aftur, men munurin, sum hevur verið seinna partin av róðrarárinum, kom aftur hesu ferð til sjóndar.
Strálan vann ólavsøkuróðurin og FM, har við er tað ein saga blott, at Strálan við monnum ikki hevur vunnið á ólavsøkuk.










