Stríðini fyri heiminum hongur saman við stríðnum hjá fakfeløgunum

Stríðið hjá fakfeløgum og stríðið ímóti veðurlagsbroytingum er tað sama, halda tveir av røðarunum á 1. maidagshaldinum

Stríðið ímóti veðurlagsbroytingum, og stríðið hjá fakfeløgunum, hanga saman. Tað eru tveir av røðarunum á 1. maidagshaldinum í gjár, samdir um.

Tveir av røðarunum á 1. maidagshaldinum á Reyða Torginum í Vestmanna í gjár, vóru tey bæði valevnini til løgtingsvalið, Ingilín D. Strøm, valevni fyri Javnaðarflokkin, og Hervør Pálsdóttir, valevni fyri Tjóðveldi.

Og báðar drógu tær vandan við veðurlagsbroytingunum fram í røðunum, og tær eru báðar samdar um, at stríðið ímóti veðurlagsbroytingunum, og fakfelagsstríðið, hongur saman.    

– Eitt er heilt vist, og tað er tað, at tey ið longu merkja ringastu avleiðingarnar, eru tey, ið eru ringast fyri, segði Ingilín D. Strøm.

Veðurlagskreppan hevur við sær sama spurning, sum tann spurningur, fakfeløgini upprunaliga settu sær. Hvat slag av heimi vil eg hava, at børn míni og eg liva í.

– Stríðið til frama fyri veðurlagnum og fakfelagsstríðið hongur óloysiliga saman. Tað samfelagið, vit mugu skapa, fyri at ikki síggja eitt heimsumfevnandi vistfrøðiligt samanbrot, er eisini eitt samfelag, sum gevur okkum tað góða lívið, segði hon.

 

Trýst HERog les røðuna hjá Ingilín Didriksen Strøm

 Trýst HER og les røðuna hjá Hervør Pálsdáttir

 

Hervør Pálsdóttir sigur, at umhvørvisrørslan um allan heimin í dag, kann í stóran mun samanberast við arbeiðararørsluna.

– Hendan umhvørvisrørslan ger upp við brúkaramentalitetin hjá okkum. Hon ger upp við okkara leti. Hon ger upp við okkara ábyrgdarloysi og okkara líkasælu. Men hon ger eisini upp við valdselituna, ið ikki tekur ábyrgd av sínum handlingum og misnýtslu.

Hon vísir á, at umleið 100 fyritøkur í heiminum standa fyri 70 prosentum av útlátinum. Men hóast hetta, so verður politiska ábyrgdin løgd á vanliga, arbeiðandi fólkið, ið ikki hevur keypt sær el-bil, ella fingið sær hitapumpu, og sum ikki keypir vistfrøðiligt.

 

­­– Ábyrgdin verður tveitt á arbeiðandi fólkið, ið ikki hevur ávirkan á hvussu nógv ein fyritøka útletur, ella hvønn grønan politikk fyritøkan hevur.