Áheitanin hjá Óla Breckmann á tingmanning Fólkafloksins um at velja Anniku Olsen til formann nú beinanvegin hevur vakt miklan ans. Í Degi og viku mánakvøldið gjørdi Óli sjálvur støðuna upp.
Hann segði, at um Fólkaflokkurin stendur seg væl í Havnini, so er møguleiki fyri, at flokkurin verður størstur ella næststørstur á løgtingsvalinum um tvær vikur. Um Fólkaflokkurin stendur seg illa í høvuðsstaðnum, so verður valið væl lakari.
Útspælið hjá Óla eftir soltna fólkatingsvalið er grundað á søguligu tølini í høvuðsstaðnum. Á fólkatingsvalinum lá Fólkaflokkurin til at vinna annan mannin, tá ið bara úrslitið úr høllini á Hálsi restaði. Myndaliga tala tapti Fólkaflokkurin sessin til Javnaðarflokkin upp á konditiónina. Hann orkaði ikki at halda tørn um Havnina, og tí tapti hann.
Tá ið tað snýr seg um val og valtøl og taktiska telving í sambandi við uppstilling og val er Óli Breckmann ikki hvør sum helst. Í fjøruti ár – tað er eins leingi sum Dávid var kongur í Ísrael og Móses var leiðari hjá Ísraels fólki, fyri at sammeta við tey, sum Óli heldur so nógv av – hevur Óli havt avgerandi leiklut í Fólkaflokkinum. Gamaní hevur hann ikki verið floksformaður og landsstýrismaður, men hann hevur havt ein fingur við í tí mesta, og hann hevur meiri enn nakar annar syrgt fyri, at tað skuldi bera til at styrkja um umboðanina í teimum økjum, har flokkurin ikki var so sterkur.
Í januar 1975 skipaði Atli Dam samgongu millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. Eftir valið í 1978 helt sama samgongu fram. Tá var tað soleiðis, at bæði løgmaður og landsstýrisfólkini vórðu vald av løgtinginum. Tá ið samgonguskjalið var greitt eftir valið í 1978, skeyt Atli Dam upp – eftir tilmæli frá leiðsluni í Fólkaflokkinum – at D. P. Danielsen og Demmus Hentze vórðu afturvaldir sum landsstýrismenn fyri Fólkaflokkin.
Hetta líkaði ikki Óla Breckmann. Hann tók orðið í tinginum og vísti á tað óhepna í, at summi øki – í hesum førinum Suðurstreymoy – vóru yvirumboðað, meðan onnur øki lógu ber. Við framtíðar møguleikanum í huga vildi stavnamaðurin, sum hann tá ofta varð nevndur, hava ein suðuroying í landsstýrið í staðin fyri umboðið úr Suðurstreymoy. Ta ferðina tapti Óli, men viðhvørt loysir tað seg at tapa!
Mánadagin kom fram, at Óli aftur ger vart við seg alment við tí fyri eyga at styrkja um undirtøkuna. Nú snýr tað seg ikki um Suðuroy, har tað er eydnast Fólkaflokkinum at styrkja um umboðanina. Páll Vang var – við fagnaði av Óla Breckmann - landsstýrismaður 1981-84, men tað eydnaðist honum ikki at vinna tingsess. Síðani varð roynt við Jacob Olsen, pápa nýggja formansevnið hjá Óla, og síðani við Jacob Vestergaard, sum rættuliga hevur fótað sær.
Feitu og soltnu árini
Tá ið Óli Breckmann og Jógvan Sundstein vóru upp á tað besta, var Fólkaflokkurin størstur í høvuðsstaðnum. Fólkatingsvalið vísti, at undirtøkan nú bara er ein brotpartur av tí, sum hon var feitu árini.
Í 1978 varð vallógin broytt, og tá hækkaði talið á valdømisvaldum tingmonnum í Suðurstreymi úr fýra og upp í átta. Undirtøkan hjá Fólkaflokkinum í høllini á Hálsi vaks støðugt tey næstu valini: 20,8 í 1978, 21,8 í 1980, 25,4 í 1984, og hon toppaði í 1988 við 29,3 prosentum. Hetta sást aftur í, at Fólkaflokkurin í Suðurstreymi vann trý umboð á valunum í 1984, 1988 og í 1990.
Á løgtingsvalinum fyri fýra árum síðani var undirtøkan í Havn 16,6 prosent ella bara ein stór helvt av tí, sum hon var í 1988. Tølini siga, at tað er runnið úr kassanum hjá Fólkaflokkinum og fyrst og fremst yvir í Tjóðveldisflokkin, sum fyri fýra árum síðani hevði besta valið í Havn yvirhøvur. Tá settu 29,6 prosent av teimum, sum vóru á vali í høllini á Hálsi, kross fyri Tjóðveldinum ella umleið eins nógv, sum í 1988 atkvøddu fyri Fólkaflokkinum.
Úrslitið fyri fýra árum síðani bar við sær, at fimm tjóðveldisumboð úr høvuðsstaðnum vórðu vald á fyrsta valinum, tá alt landið var eitt valdømi, og at tvey fólkafloksumboð vórðu vald: Annika Olsen, sum nú bjóðar seg fram sum formansvalevni og Poul Michelsen, sum nú bjóðar seg fram sum formaður í nýggjum flokki.
Veruleikin hjá Óla
Tá ið Óli Breckmann eftir fólkatingsvalið hevur repiterað søguligu valtølini og samanhildið tey við úrslitið av fólkatingsvalinum, so hevur hann sæð skriftina á vegginum:
Kaj Leo Johannesen er populerur, ikki minst í høvuðsstaðnum, hóast hann á síðsta vali var einsamallur sambandsmaður, sum varð valdur á ting í gamla Suðurstreymoyar valdømi (saman við Magna Laksáfoss sum býr í Streymnesi), og tað er tískil góður møguleiki fyri, at Sambandsflokkurin kann fáa meiri enn tey 18,9 prosentini, hann fekk í Havnini fyri fýra árum síðani.
Aksel Johannesen tykist hava fingið vind í seglini, og konstellatiónin av at búgva í Hoyvík og hava sterkar røtur til Klaksvíkar tykist góð. Hetta saman við tí veruleika, at Sjúrður er góður í valstríðnum kann, hóast Sjúrður ikki er uppstillaður, bera við sær, at Javnaðarflokkurin í høvuðsstaðnum verður lyftur longri upp enn tey 18,1 prosentini, sum hann fekk fyri fýra árum síðani.
Høgni Hoydal hevur, síðani hann trein politiska pallin í 1998, havt framúr gott tak á høvuðsstaðnum. Fólkatingsvalið var fráboðan um, at haldur ikki Høgni megnar støðugt at halda sær á aldukambinum, og um hetta sama fer at vísa seg á løgtingsvalinum, so ræður um at vera klárur og at vera við til at lofta tí, sum kanska fer at reka frá Tjóðveldinum í høvuðsstaðnum, nú fullveldisprojektið er farið í skuggan, og nýtt útspæl – eitt nú at økja fólkatalið til 55 túsund í 2020 – skal bera Tjóðveldi fram.
Miðflokkurin fekk fyri fýra árum síðani lutfalsliga fleiri atkvøður á Hálsi enn nakrantíð áður, og Kári á Rógvi og Sjálvstýrisflokkurin høvdu kanónundirtøku sammett við undanfarnu tvey valini. Undirtøkan hjá Sjálvstýrisflokkinum á Hálsi fór úr 4,3 og upp í 8,1 prosent. Fólkatingsvalið í september var ábending um, at tað verður torført at røkka hesum úrslitinum, men tá ið tað snýr seg um smáu flokkarnar og fólkatingsval, so skal ansast eftir at gera avgjørdar niðurstøður.
Kolumbuseggið hjá Óla
Poul Michelsen man kennast sum hóttan hjá Fólkaflokkinum. Tað fer at vísa seg, um tað eydnast honum at vinna Framsókn umboð. Hann fríggjar ikki minst til nýmótans liberalar veljarar. Millum hesar eru øll tey, sum hava livað dastið av sínum ungdómsárum á flatlondum, og nú eru flutt í høvuðsstaðin við donskum virðum og siðum. Uppstillingin hjá Framsókn vísir, at hesi finnast í stórum pørtum av samfelagnum.
Sum tað varð nevnt í oddagrein í blaðnum mikukvøldið, so snýr tað seg ikki bara um hjá Óla Breckmann at føra Anniku Olsen fram sum formansvalevni. Hon er ikki fyrsta hugsjónarliga valið hjá Óla, men hon verður skotin upp, tí hon – fyri at brúka orðini hjá Óla – fekk størstu álitisváttanina á fólkatingsvalinum.
Politikkur er hugsjónir, men politikkur er eisini at vilja valdið, og tað er hann ikki minni nú, enn hann áður hevur verið. Tað ræður um at nýta øll vápn fyri at vera so væl fyri í stríðnum um valdið, tá ið valið er av, sum tað ber til, og tann, sum vinnur valið verður best fyri.
Hvat valdið skal nýtast til verður dagin eftir valið nýggjur spurningur.
Fyrrverandi fólkafloksformaðurin, Anfinn Kallsberg, segði fleiri ferðir – eitt nú undir orðaskiftinum um nýggju stýrisskipanarlógina miðskeiðis í nítiárunum - at valskipanin við lutfalsvali ger, at lítið samband er millum hugsjónir og vallyfti á aðrari síðuni, og samgonguskjalið og realpolitikkin á hinari síðuni. Samgonguskjalið eiga øll og eingin. Anfinn vildi heldur havt eina skipan, sum bar við sær, at ein flokkur sat við valdinum. Tá hevði verið lættari hjá veljarunum at sammett vallyfti og politikkin. Hetta er skipanin, sum er galdandi í eitt nú Bretlandi.
Nýggju tíðirnar
Løgtingsvalið um tvær vikur verður tað næsta við Føroyum sum einum valdømi. Størsta broytingin í umboðanini fyri flokkarnar á fyrsta valinum var, at Tjóðveldi styrkti so nógv um sína umboðan í høvuðsstaðnum.
Hjá Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eydnaðist tað at halda tørn í lutfallinum millum høvuðsstaðin og bygdirnar. Sambandsflokkurin var tó undirumboðaður í høvuðsstaðnum, og Javnaðarflokkurin fekk lutfalsliga størri umboðan í høvuðsstaðnum, enn hann nakrantíð áður hevur havt.
Kalkulatiónin hjá Óla Breckmann er, at um tað eydnast at styrkja um Fólkaflokkin í høvuðsstaðnum, so verður hann størsti ella næststørsti flokkur. Hann mann rokna við umboðan í gamla Norðoya valdømi og í Eysturoy, har politisku viðurskiftini plagdu at vera støðug. Hann roknar við umboðan í Vágum og í Suðuroy, og um tað so eydnast at endurvinna høvuðsstaðin soleiðis, sum Fólkaflokkurin var umboðaður í honum fyri 20-25 árum síðani, so gongur roknistykkið upp.
Mogens Lykketoft heitti í síni stuttu formanstíð í danska Javnaðarflokkinum á øll tey, sum eina ferð høvdu atkvøtt fyri Javnaðarflokkinum, um at venda aftur. Hevði tað eydnast, so hevði flokkurin vunnið kanska 50 prosent av atkvøðunum. Tað eydnaðist ikki. Nú roynir Óli at rigga soleiðis til undan valinum, at Fólkaflokkurin í høvuðsstaðnum skal vinna gomlu styrkina aftur, hóast tað neyvan verður við atkvøðum við somu hugsjón, sum fyri 20-25 árum síðani fylktust um Óla Breckmann, Jógvan Sundstein og Birgir Danielsen ella Poul Michelsen.
Um ein flokkur dettur niður ímillum í høvuðsstaðnum, so fer tað at svíða meiri nú, enn tað gjørdi undir gomlu skipanini, tá ið landið var skipað í sjey valdømi. Tá syrgdu bíligu valdømisvaldu tingmenninir fyri at bremsa fyri víðgongdum avleiðingum av soltnum úrsliti í fólkaríkasta plássinum.
Stríðið um høvuðsstaðin er upp aftur meiri týdningarmikið, nú tað eru nýggjar politiskar tíðir, og at Óli Breckmann hevur rullað kolumbusegg út á gólvið fer ivaleyst at herða stríðið bæði millum flokkarnar og innanfloks – og harvið hevur politiski revurin rokkið sínum endamáli!