Sambandsflokkurin vil hava, at 225 milliónir krónur verða settar í ein búskapargrunn um árið fram til 2035 - og fyrr enn ta tíð, skal peningurin ikki nertast
Men hetta vilja Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin ikki.
Hetta tykist vera tann gordiski knúturin í landsstýrissamráðingunum, sum nú fara fram í Løgtinginum. Jóannes Eidesgaard, Kaj Leo Johannesen og Jacob Vestergaard sita í løtuni í einrúmi at loysa knútin.
Sambandsflokkurin førir fram, at vøksturin í gomlum fólkum er so stórur, at neyðugt er at leggja pengar til viks. Hinir flokkarnir halda, at hetta eru ov nógvir pengar at binda í ein grunn so leingi, tí so ber ikki til at fremja nógv av teimum vælferðartiltøkunum, sum flokkarnir hava í umbúnað.