Stríðið hevur merkt meg

Høgni Hoydal hevur droymt um eina nýggja fiskivinnuskipan líka síðani aldarskiftið, tá fyrstu stóru sølurnar og keypini av veiðiloyvum fóru fram. Slíka kapitalisering av okkara felags ogn kundi hann ikki góðtaka, sigur hann.

 

Leiðin til júst samtyktu nýskipanina hevur verið drúgv. Tvær ferðir mátti uppskotið leggjast fyri tingið. Andstøðan hevur roynt at lagt fót mangan og á mangan hátt. 

 

12. desembur 2017 stóð hann tó sigrandi eftir. Við triðju viðgerð bleiv fiskivinnunýskipanin samtykt við 18 atkvøðum fyri og 15 ímóti.

 

Tá atkvøðugreiðslan til triðju viðgerð nærkaðist hetta týskvøldið í desembur, byrjaðu áhoyraraplássini at fyllast. Hildur, kona hansara, hevði verið har meginpartin av degnum, men nú løgdust tey afturat, systirin, vinfólk, dóttirin og lítli abbasonurin.

 

- Eg bleiv sera rørdur av stuðlinum, sum eg fekk undir triðju viðgerð. Tað er altíð tað, sum ber, tá tú ert longst niðri. Eg eri heppin at hava fólk rundan um meg, sum hava drigið meg upp aftur, tá eg havi verið niðri í djúpastu gjáum. Tey hava lyft meg upp, tá tað hevur sæð svartast út. Bæði familjan,  vinfólk og politisku floksfelagar eiga sín part í hesum, sigur hann.

 

Í eini bersøgnari samrøðu greiðir Høgni Hoydal frá tilgongdini fram móti nýskipanini. Hann hevur kent seg einsamallan og tað onkuntíð verið myrkt rundan um hann. Soleiðis sæð hevur stríðið merkt hann, bæði í sinn og skinn. Í slíkum løtum hevur hann heintað sær styrki hjá familju og vinum.

 

Stríðið er tó ikki av, sigur hann. 

Nú hava vit laðað grundina, veggirnir eru reistir og tekjan løgd á, men nú skulu vit innrætta húsini. Nú skal fiskivinnunýskipanin fáa sítt lív í verki.

 

Les samrøðuna við Høgna Hoydal, sum skjótt hevur 20 ár á baki í føroyskum politikki, í VikuskiftisSosialinum, sum kemur í handlarnar í kvøld og verður borin út til haldarar í morgin.