Umhvørvi. Útbúgving. Oljuvinna. Menningarhjálp. Yvirgangur. Útlendingar...
Ólavsøkuprædikan í ár, sum Vágs prestur Patrick de Neergaard helt í Havnar Kirkju ólavsøkudag, var eyðkend av einum boðskapi, sum í stóran mun var stílað til teir politikarar, sum sótu í kirkjuni og lýddu á. Umframt andaliga og gudfrøðiliga innihaldið vóru fleiri ítøkilig politisk mál viðgjørd á ein avbjóðandi hátt mótvegis politiska myndugleikanum, og prædikan bar tí brá av eini sameining av andaligum og verðsligum innihaldi.
Samfelagssálin
Patrick de Neergaard nýtti ein part av tíðini til afturlítandi at hugleiða um føroyska mentan, søgu og siðaarv. Boðskapurin á hesum øki var, hvussu stóra ávirkan kristna trúgvin hevur havt á Føroya søgu, og hvussu forfedrar okkara bygdu hetta land við eini grundfestari trúgv á hin alvalda. Í hesum høpi gjørdi Patrick de Neergaard eina roynd at allýsa føroyska samleikan sum kristnan burturav, men samstundis setti hann spurningin, hvussu fólksins samleiki, fólksins sál, kann missa sítt virði og innihald. Í hesum høpi setti prestur henda spurning:
- Vi kristne ved, at ethvert menneske har en sjæl, men findes der mon en samfundssjæl? Og hvis et menneske kan miste sin sjæl, sit liv, kan et samfund ikke på lignende måde miste ånden og identiteten?
Við hesum viðkomandi spurningi varð ljós kastað á sjálvt stríðið um føroysku fólkasálina, og dupultu spurningarnir snúðu seg tískil bæði um persónligan og samfelagsligan samleika. Við øðrum orðum undirstrikaði Patrick de Neergaard, at eitt samfelag er undir støðugari hóttan at missa sín anda, sín samleika. Og prestur gav eisini sítt svar uppá spurningin um, hvat eigur at eyðkenna føroysku samfelagssálina. Eins og forfedrar okkara eiga eisini vit at taka upp krossin og við stóra kærleiksboðnum vera við til at mynda heimin.
Politiskur boðskapur
Í samband við lýsingina av føroysku samfelagssálini fekk talan ein politiskan profil burturav, sum varð beinleiðis vend móti politiska myndugleikanum, sum sat í fullu kirkjuni og lýddi á. Fyrst vóru nakrar viðmerkingar um, hvussu víðgongdur átrúnaður og víðgongd nationalisma kunnu føra til fremmandahatur og intoleransu. Í staðin skulu Føroyar vera eitt ljós fyri øll fólkasløg, bæði við einum útlendingapolitikki, sum viðurkennir øll fólkasløg, allan húðarlit og allar mentanir, men eisini við einum virknum engagementi uttanfyri landoddarnar, har okkara politiska arbeiði røkkur út um okkum sjálvi. Føroyski myndugleikin eigur við øðrum orðum at vera á varðhaldi fyri allari ekstremismu, sum er rótin til yvirgang og líðing kring allan heimin. Hesin parturin av taluni tyktist hava ta niðurstøðu, at okkara politiska virksemi og arbeiði eigur at koma øllum fólkasløgum til góðar, bæði innanfyri og uttanfyri landoddarnar. Eitt gott samfelag er meiri enn eitt fíggjarliga ríkt samfelag, og talan varð tí eyðkend av eini sterkari sosialari tilvitsku um ta ábyrgd, sum vit hava yvir fyri okkara neyðstøddu næstrum í tilafturskomnum økjum kring heimin.
Síðani komu nakrar viðmerkingar um útbúgving. Eitt høgt útbúgvingarstøði gevur okkum møguleikan at senda okkara virði og hugsanir út í stóru verð, samstundis sum vit við øktum útbúgvingarstøði gerast før fyri at standa ímóti tí partinum av globalu moderniseringsprosessini, sum kann oyðileggja lokalu mentanina, lokala samleikan og lokalu virðini.
Í nøkrum fáum setningum hugleiddi Patrick de Neergaard um eina møguliga oljuvinnu og avleiðingum tess. Í hesum høpi kastaði hann ljós á okkara umhvørvispolitisku ábyrgd, og hvussu materialisma og fíggjarligur vinningur kunnu máa støði undan øðrum virðum, sum vit sum ábyrgdarfullir borgarar hava skyldu til at verja. Prestur kastaði ljós á, hvussu ein búskaparligur vøkstur og økt vinnuvirksemi eisini kunnu hava skaðilig árin á føroysku fólkasálina.
Røðan fekk við hesum ein dupultan týdning við einum dupultum endamáli. Samstundis sum røðan var ein persónliga áheitan til vanliga fólkið um at lata kristnu virðini koma til sjóndar í teirra persónslívi, var hon eisini ein sosial, politisk og búskaparlig avbjóðing til tann partin av fólkinum, sum sat og lurtaði sum politiskur myndugleiki í Havnar Kirkju ólavsøkudag.
Ov umfatandi
Yvirornaði boðskapurin á ólavsøkuprædikuni í ár tyktist við øðrum orðum vera, at nú skulu politikararnir úr kirkjuni og niðan í løgtingið at fremja í verki tey virði, sum prædikað varð um. At nú skal politiski myndugleikin seta sær fyri at varðveita, verja og styrkja føroysku sálina, okkara felags samleika, hvørs virði eru grundfest í kristna siðaarvinum.
Men samstundis kann sigast um prædikuna, at hon rúmaði so nógv og fevndi so víða, at tað var torført at finna ein einstakan yvirornaðan boðskap, ein reyðan tráð og ein skipaðan bygnað. Í so fáum orðum, sum ein ólavsøkuprædika skal vera, hevur Patrick de Neergaard roynt at komið so víða, at tað í ein mun hevur verið torført hjá áhoyrarunum at fáa fatur á reyða tráðnum, og við nøkrum innihaldsligum avmarkingum hevði boðskapurin møguliga verið greiðari og einfaldari. Alt í alt ein visioner og ambitiøs prædika, sum hevði nógv upp á hjarta.