Stríðið er enn opið

Hjá kvinnunum er framvegis stórur spenningur um, hvussu býti av silvur- og bronsumerkjunum verður

Hondbóltur ? kvinnur

Vinnur Neistin, so fáa tær silvur, og vinnur VB, so fáa tær bronsuna. Tapa bæði VB og Neistin hinvegin, so fær Stjørnan silvur og Neistin bronsu, og seinasti møguleikin er, um VB vinnur og Neistin tapir. Tá fáa vágbingar bronsu meðan Neistin kortini fær silvur.

Alt er opið
Møguleikarnir eru fleiri, nú seinasta umfarið í kvinnuhondbólti skal spælast. Upprunaliga vórðu allir dystirnir ásettir at verða leitkir leygardagin, men av givnum orsøkum eru dystirnir hjá Neistanum fluttir til mánakvøldið. Sjálvandi kann tað verða eitt sindur óheppið, at seinastu dystirnir ikki verða leiktir samstundis, men undir verandi umstøðum má hetta góðtakast.
Leygardagin spæla so VB og Stjørnan í Vági, og fyri bæði liðini ræður her um at bjarga sær heiðursmerki. Sum nevnt, so viðførir ein sigur til Stjørnuna, at tær halda lív í vónunum um silvurmerkini, meðan ein VB sigur hinvegin viðførir, at Stjørnan ikki fær nakað sum helst burturúr kappingarárinum, meðan VB fær bronsuna.
Annars spæla Kyndil og VÍF eisini leygardagin, og her er lítið at ivast í, at VÍF er risa favorittur. Ivaleyst vilja tær eisini vaska blettin frá seinasta vikuskifti av sær, og verður tað eitt topp-tendrað VÍF lið, sum fer á vøllin, so er ilt at ímynda sær, hvussu Kyndil skal geva teimum nakra sum helst mótstøðu.
Seinasti dysturin verður so mánakvøldið, tá Neistin vitjar á Skála. Tá kenna tær bláu longu fortreytirnar, og tað kann so vera bæði ein fyrimunur ella ein vansi. Vinnur Stjørnan í Vági, so liggur alt trýstið á Neistanum undan hesum dystinum, og so er spurningurin, um tær megna at koppa seinastu mótstøðuni. Hinvegin kann eisini vera, at Neistin einki hevur at hugsa um, tá dysturin skal spælast, og so er spurningurin, hvønn veg hesir báðir møguleikarnir kunnu ávirka avrikið.