Stríð í Fólkaflokkinum: Vit skulu hyggja frameftir

- Tað, sum hevur verið, er farið. Nú skulu vit standa saman um at vinna kommunuvalið, sigur Annika Olsen.

 

- Tað, sum Jan Christiansen førir fram, er ikki nakað, sum vit hava havt til viðgerðar í Framburðsfelagnum. Vit mugu leggja hetta aftur um okkum og hyggja frameftir nú. Vit hava eitt val fyri framman og eg haldi, at tað er týdningarmikið, at vit sum flokkur standa saman og gera okkara ítarsta fyri at vinna hetta valið, sigur Annika n.

 

Jan Christiansen kunngjørdi fríggjadagin, at hann stillar upp fyri Fólkaflokkin til býráðsvalið í Havn. Í samrøðu við in.fo fór hann hart út móti sonevnda J-bandanum í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Jákup Mikkelsen, Jógvan á Lakjuni og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Jan Christiansen vísti á, at stórur munur er millum Havnina og restina av landinum og at konservativa linjan hjá flokkinum rakar havnina hart í høvuðsstaðnum.

 

Jacob Vestergaard var skjótur at svara aftur og hetti á valevnini í Havnini at standa saman og finna eitt felags stev, verulig argument og felags politikk, heldur enn at leggja eftir sínum egnu.

 

Í gjár skrivaði Símun Gullaksen, sum er formaður í Norðoya Fólkafloksfelag og limur í floksleiðsluni, at hann helt, at tíðin var komin at formaðurin legði upp í. Hann sigur, at tað bara er ein tapari, tá valevni fara at keglast alment, og tað er flokkurin.

 

Annika Olsen er forkvinna í Havnar Framburðsfelag. Hon kennir væl til hetta stríðið millum liberala lokalfelagið í Havn og konservativu feløgini í restini av landinum. Tað er beint yvir eitt ár síðani, at hon fór úr Fólkaflokkinum og upp í Framsókn, áðrenn hon nakrar dagar seinni fór úr Framsókn aftur.

 

Hon vil tó ikki leggja seg upp í hetta stríðið og sigur, at bæði Jacob Vestergaard og Jan Christiansen tosa fyri egna rokning.

 

Annika Olsen sigur tó, at ávís stig eru tikin til at stytta um fjarstøðuna millum Havnina og restina av landinum innanhýsis í flokkinum.

- Tilgongdin við at gera eina nýggja stevnuskrá er byrjað og er komin væl áleiðis, og vit hava eitt gott samstarv millum ymisku lokalfeløgini. Eitt sindur av innanhýsis stríðið er millum persónar í flokkinum, men hetta er ikki verri enn í øðrum flokkum, sigur hon.

 

Jacob Vestergaard ákærdi Framburðsfelagið fyri at vera eina samling av einstaklingum, sum bert vóru áhugaði í sær sjálvum og klandrast innanhýsis. Hetta vil Annika Olsen tó ikki kennast við.

- Hvat Jacob Vestergaard heldur um einkultar persónar í flokkinum, má hann sjálvur sleppa at úttala seg nærri um. Vit hava eitt vælvirkandi felag í Havn, sum hevur góða undirtøku. Vit hava íðin fólk í felagnum og uppmøtingin til uppstillingarfundirnar hevur verið sera góð. Vit hava tí góðar vónir um, at hetta verður eitt gott val fyri flokkin í Havnini, sigur Annika Olsen.