Stríð í Fólkaflokkinum

Í samband við, at Jan Christiansen aftur er at finna á valevnislistanum hjá Fólkaflokkinum í Havn, gjørdi hann eina samrøðu við in.fo.

 

Í samrøðini segði hann, at hann hevði hugsað leingi, hvørt hann skuldi stilla upp ella ikki. Orsøkin var m.a. tann, at hann vildi illa setast í samband við Fólkaflokkin longur av tí, at hann var blivin so konservativur undir leiðslu av sokallaða J-bandanum (Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Jákup Mikkelsen, Jógvan á Lakjuni og Elsebet M. Gunnleygsdóttir).

 

Jan Christiansen eftirlýsti eina meira liberala linju í flokkinum. Hann metir at Havnin bløðir av tí konservativu kósini, ið Fólkaflokkurin hevði lagt, og av tí sama minkar flokkurin í stórum í Havn.

 

Nú svarar Jacob Vestergaard aftur. Hann vil ikki hava sitandi á sær, at hann og onnur eru orsøkin til fallandi undirtøku hjá Fólkaflokkinum í Havn. Í staðin mælir hann til sjálvsrannsakan í høvuðsstaðnum og at sokallaðu "liberalu" valevnini í Havn standa saman og finna eitt felags stev, verulig argumentir og felags politikk. Um ikki tað, so kunnu tey líka so væl melda seg úr flokkinum.

 

Jacob Vestergaard leggur upp til, at í veruleikanum er einki lokalfelag hjá Fólkaflokkinum í Havn. Tað er ein samling av einstaklingum, sum bert eru áhugaði í sær sjálvum og klandrast innanhýsis fyri at sleppa framat. Tað er einki, ið eitur felagskensla fyri flokkin, sambært Jacob Vestergaard.

 

Á sínum politiska Facebook vanga skrivar Jacob Vestergaard soleðis:

 

“Jan Christiansen drítur í egið reiður.
Hann og hini sokallaðu “liberalu” fólkafloksfólkini eru ikki komin við nøkrum politiskum innihaldi yvirhøvur. Ongi greið politiskt argument, men bara finnast at og geva øðrum skyldina, tá tað ikki gongur væl hjá einum sjálvum. Fólkaflokkurin hevur onki lokalfelag í Havnini, men bara ein flokk av einstaklingum, sum bara hugsa um seg sjálvan og ikki um flokkin. Tað sæst eisini týðiliga á valúrslitinum hjá Fólkaflokkinum í Havnini seinastu árini, tí valevnini berjast móti hvørjum øðrum i staðin fyri at standa saman. Eg haldi, at hesi “liberalu” fólkini í Fólkaflokkinum skulu koma við veruligum argumentum og politikki. Um tey ikki kunnu tað, so hevði verið best, at tey meldaðu seg úr flokkinum”

 

Les eisini: Konservativ linja hóttir Fólkaflokkin í Havn