TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge mátti gera í skundi við Stefan Radosavljevic hjá Suðringum, ið mátti skunda sær oman at náa Smyril aftaná fyrru hálvfinaluna ímóti B36 í Gundadali, ið Suðringar taptu 2-4.
Stefan Radosavljevic er nøgdur við hugburðin og stríðsviljan, men iðrar seg um, at Suðringar vardu ov illa við støðurnar sum B36 skoraði uppá.
Stefan Radosavljevic hevur góðar vónir um, at Suðringar kunnu vinna 2-0 ella 3-1 og vinna seg í steypafinaluna á Tórsvølli 25. august.
Seinna hálvfinalan millum Suðringar og B36 við Stórá í Trongisvági verður leikt mikudagin ella mikukvøldið 13. juni.
Frásøgnin hjá Tróndi Arge av teimum seks málunum í dystinum í Gundadali, og samrøðan Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrast HER