Stríddust manniliga ímóti donsku yvirmaktini (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við føroyska liðskiparan, Trónd Kragesteen aftaná greiða tapið í Skjern

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi beinleiðis á FM1, har hann prátaði við Trónd Kragesteen, liðskipara á føroyska hondbóltslandsliðnum aftaná greiða 17-35 tapið ímóti donsku OL-vinnarunum í Skjern. Danmark var á odda 17-8 í steðginum.

 

- Vit stríddust manniliga ímóti einum klassaliði, staðfestir føroyski liðskiparin, ið hevur blandaðar kenslur aftaná dystin ímóti donsku OL-vinnarunum í dag. 

 

Tróndur Kragesteen heldur tó, at 35 mál er heldur nógv, og hann heldur eisini, at føroyska liðið í summum álopsstøðum gjørdi alt ov skjótt av.

 

Tróndur Kragesteen staðfestir, at danska liðið gav einki frá sær, og javnleikurin ímóti Montenegro veruliga hevði fingið donsku spælararnar at verða ógvuliga fokuseraðar uppá uppgávuna í dag.