Stríddu seg upp um 1000

Nakrar fløgur eru betri umtóktar enn aðrar

Bestu umtóktu fløgurnar higartil í ár hava strítt seg upp um 1000 seld eintøk.

Hjá Tutl er talan um tvær ymiskar fløgur, sum hava nátt hesum málinum. Onnur er poppfløgan hjá Klaksvíksbólkinum Aria, sum hevur selt millum1100 og 1200 eintøk.

Hin fløgan er countryfløgan hjá Ragnari í Vík, sum eisin hevur selt fleiri enn 1000 eintøk.

- Tað er hørð kapping um at selja popp- og rocktónleik, meðan tað ikki kemur so nógv út við country. Tí hevur fløgan hjá Ragnar í Vík selt nógv eintøk eftir rættiliga stuttari tíð, sigur Kristian Blak, stjóri í Tutl.

Hjá 3?aranum er tað fløgan við tónleikinum frá Prix Føroyum, sum hevur selt flest eintøk higartil í ár. Hendan útgáva hevur selt eini 1200 eintøk.

Tað er ilt at spáa um, hvør fløgan verður tann mest selda, tá árið er av, men onkrir vanligir stórseljarar koma við í kappingina nú undan jólum. Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen hava áður selt nógvar fløgur, og eisini Magni Christiansen kennir til at selja fløgur sum heitt breyð.

Tutl stendur fyri 26 fløguútgávum í ár, meðan 3?arin samanlagt gevur 10 fløgur út í ár. Afturat hesum koma fløgur, sum onnur útgeva.