Stríddu seg til gullið

Orkan hjá báðum pørtum var uppbrúkt. Men eftir tríggjar knallharðar dystir vann Stjørnan FM-gullið í dysti við Neistakvinnurnar

Gullrómurin hekk um alla høllina, tá liðini fóru inn á vøllin til triðju finaluna.

Eftir at Neistin týsdagin í farnu viku hevði vunnið óvæntaðan sigur í fyrstu finaluni hevði Stjørnan annars staðið við rygginum móti múrinum. Og hóast tær sveiggjaðu seg langt upp, so gjørdist talan ongan tíð um nakran lættan sigur, tá liðini spældu næstu finaluna.


Ársins dystur

Neistin spældi nevnliga av øllum alvi fyri sínum møguleika, og uttan at takan munnin ov fullan kann staðfestast, at áskoðararnir her gjørdust vitni til besta hondbóltsdystin á árinum.

Ferðin varð frá byrjan sett í topp, og tó at Stjørnan fyri tað nógva átti munin, so megnaðu tær ikki veruliga at skræða seg leysar.

Tað, sum kanska gjørdi seinasta munin, var, at Stjørnan í størri mun kundi skifta út í bakketuni, uttan at hetta órógvaði spælið alt ov nógv. Við Tvær ferðir Duritu og eina ferð Joan og Simonu kundi Henrik Gerster spakuliga roterað millum skjúttarnar hjá sær, og tað gav at bíta seinastu løtuna.

Hjá Neistanum vóru ráðini ikki til tær heilt nógvu útskiftingarnar. Liðið spældi at kalla við somu manning alla tíðina. Í verjuni gekk hetta væl, men í álopsspælinum setti møðin av álvara inn seinastu løtuna.

Meira enn Stjørnan, so mátti Neistin eisini stríðast fyri hvørjum tí einasta máli í dystinum. Antin við at hava ferðina somikið høga, at tær kundu spæla tunt. Og við Unn Kragesteen og Onnu Clementsen gekst væl at umseta møguleikarnar til mál. Ella við at bróta ígjøgnum knallhørðu verjuna, og serliga hetta tók nógvar kreftir.

Tá Ása á Neystabø og Nicoleta Radu Hansen í møði byrjaðu at fremja nøkur mistøk, eydnaðist Stjørnuni at leggja seg framum. Og hóast dysturin heilt leingi stóð á vippuni við støðuni 22-20, so var tað aftur Stjørnan, sum at enda skoraði avgerandi málið.


Krútið uppi

Tí gjørdist neyðugt við eini triðju finalu. Við tveimum málverjum, sum hildu fram við stórspælinum, sum varð sýnt leygardagin, komu løttu málini heldur ikki í hesum dystinum. Og yvir høvur var tað tungt hjá liðunum at skora.

Hvørgin parturin megnaði á triðja sinni at lyfta ferðina á spælinum, og í verjuni varð framvegis tikið og givið av øllum lívsins kreftum.

Tað var tó ein dyggur smeitur fyri Stjørnuna, at Joan M. Djordjevic tíðliga í dystinum noyddist av vøllinum, tá hon keikti sær fótin. Og so líðandi vann Neistin leiðsluna, sum Stjørnan hevði vunnið sær, aftur.

Við hálvleiksstøðuna stóð teimum flestu greitt, at tann parturin, sum nú slapp avstað, setti sær kósina móti FM. Snøgt sagt, tí hvørgin parturin tóktist hava ta orkuna, sum skuldi til, um eitt come-back skuldi gerast í dystinum.

Og so munnu tær bláu iðra seg um, at tær ikki tóku av teimum møguleikum, sum tær høvdu fyrstu løtuna eftir steðgin Neistin var kanska ongan tíð á odda í triðju finaluni. Men bæði við 9-9 og 10-10 átti liðið sínar stóru møguleikar. Men tá Lise Hjort Hansen hevði valt júst hendan dagin til at spæla sín besta dyst á árinum og millum annað bjargaði trimum brotskøstum, stóð Stjørnan ímóti.


Fá mál

Og so gjørdust tað aftur bakkarnir, sum avgjørdu dystin. Durita Ljósstein tóktist darvað av nervum, tá hon tók við á miðjuni eftir skaddu Joan. Men brádliga hevði eisini hon eydnuna við sær í gjøgnumbrotunum. Og tá Joan so kortini treiskaðist og kom á vøllin í seinna hálvleiki, var neyðuga breiddin aftur til staðar.

Tað var hon ikki hjá Neistanum. Og 13 mál í eini finalu siga væl nakað um, hvussu trupul tær høvdu við støðugt at bróta seg ígjøgnum verjuna, eins og at tær spældu móti einum góðum málverja.

Hinvegin eru tað fá lið, sum halda Stjørnuni niðri á 17. Og tað eiga bæði verja og málverji hjá Neistanum stóra æru av.

Neistakvinnurnar megnaðu kanska ikki at basa stórfavorittunum, sum vunnu eitt ruddiliga uppiborið FM-heitið. Men tær bitu nakað nógv meira frá sær, enn tey flestu roknaðu við. Og saman við Stjørnuni góvu tær ársins hondbóltsgávu til áskoðararnar í næstu finaluni.


Fakta

2. finalan

Stjørnan-Neistin 24-21 (13-12)

10 min: 4-5

20 min: 9-7

40 min: 17-16

50 min: 21-18

Málskjúttar

Stjørnan: Simona Petersen 9(2), Durita Cristoffersen 5, Joan Midjord Djordjevic 4, Bára Skaale Klakstein 3, Una Olsen 2, Anna Kristina Samson 1

Neistin: Unn J. Kragesteen 6, Rakul Augustinussen 5(4), Anja Heinadóttir 3, Anna Clementsen 3, Nicoleta R. Hansen 3, Ása á Neystabø 1

Brotskøst: Stjørnan 2, Neistin 4

Útvísingar: Stjørnan 4, Neistin 5

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen.


3. finalan

Stjørnan-Neistin 17-13 (8-7)

10 min:3-0

20 min: 7-5

40 min: 12-10

50 min: 15-11

Málskjúttar

Stjørnan: Simona Petersen 6, Durita Ljósstein 3, Bára S. Klakstein 3, Durita Christoffersen 2, Una Olsen 2, Joan M. Djordjevic 1

Neistin: Anja Heinadóttir 3, Nicoleta R. Hansen 3(1), Unn J. Kragesteen 3, Ása á Neystabø 2, Elin Staksund 1, Rakul Augustinussen 1(1)

Brotskøst: Stjørnan 3, Neistin 5

Útvísingar: Stjørnan 5, Neistin 4

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen