Stríðast um myndir

Nógvir týskarar eru í øðini um, at bretska bløðini The Sun og Daily Sport hava prentað nakrar myndir av týska kanslaranum, Angela Merkel, í svimjidrakt. The Sun leggur serliga dent á at vísa afturpartin á kansl­aranum, sum blaðið lýsir við yvirskriftini Im big in the Bundestag.
Tað er vanligt, at bretsk og týsk bløð gera gjøldur burtur úr ymsum viðurskiftum hjá hvør øðr­um, og tey flestu høvdu eisini væntað ein tílík­an dyst, nú Týsk­­land er vertur fyri heims­meist­arakappingini í fótbólti í summar.
Men nógvir týskarar halda tað vera ovboðið, at bretsk bløð gera gjøldur burtur úr afturpartinum hjá kanslaranum, tí tað er at gera seg inn á hennara privata lív, halda teir.