Evropatingið fer í hesari vikuni at viðgera eitt uppskot, sum hevur til endamáls at økja kappingina ímillum havnirnar í Evropa, men tað eru bara tey fægstu, sum vilja vita av uppskotinum.
Uppskotið ber millum annað í sær, at í framtíðini skulu manningarnar á farmaskipunum lossa farmin. Sum vera man hevur tað fingið øði í teir nógvu túsund lossingarmenninar, men nú vísir tað seg, at manningarfeløgini og reiðaríini taka heldur ikki undir við uppskotinum. Lossingarmenninir hava gjørt greitt, at teir fara at berjast fyri sínari søk. Í dag mótmæltu fleiri túsund lossingarmenn uttan fyri tinghúsið í Strasbourg, og í Danmark lá lossingin still í fleiri havnum í dag.
ES-nevndin sigur uppskotið vera neyðugt fyri at herða kappingina ímillum havnirnar, og fyri at arbeiðið í havnunum skal ganga skjótari. Men hvørki reiðaríini ella manningarfeløgini góðtaka hesa frágreiðingina. Eitt líknandi uppskot varð lagt fram fyri tveimum árum síðani, men tað fall. Í fjør legði ES-nevndin uppskotið framaftur, og tað er hetta uppskotið, sum nú kemur til viðgerðar í Evropatinginum.