Sum skilst eru flokkarnir ikki samdir um, hvør skal hava løgmann, og hvussu ymsu tungu málsøkini skulu vigast fyri at finna eina javnvág í býtinum, sum flokkarnir kunnu semjast um.
Nýggjur fundur er ikki avtalaður, men teir tosa saman í telefon og eftir ølllum at døma hittast teir aftur seinni í dag, har samráðingarnar verða tiknar uppaftur.
Nú eru slakir 50 tímar eftir, til tingfundur verður leygarmorgunin. Tá skal løgtingsformaður veljast, og tá skal nýggi løgtingsformaðurin eisini leggja fram uppskot um løgmann. Men tað er ikki neyðugt, at málið um løgmann verður avgreitt á hesum fundi.