Alt kappingarárið hevur EB/Streymur ligið nakað uttan fyri heiðursmerkjarøðina, og tað gera meistararnir framvegis.
Men ein sigur í dag kann av álvara skjóta teir fram í tað stríðið.
Tað verður tó uttan leikbannaðu Alex José dos Santos og Marna Djurhuus, at EB/Streymur skal royna seg, og heldur ikki eru Gudmundur Nielsen ella Pauli G. Hansen tøkir.
B68 var í fleiri mánaðir best koyrandi liðið í landinum, men seinastu umførini hevur gingið illa, og tí eru teir nú í vanda fyri at detta úr heiðursmerkjastríðnum. Toftamenn hava eingi leikbann at hugsa um hesaferð, men Øssur Hansen og Niclas Joensen sita báðir uttan fyri við skaða.