Stríðast um floksnavn

Yvirhúsið í kekkiska tjóðartinginum hevur gjørt av, at landsins kommunistaflokkur má fáa sær eitt annað navn.

Í teimum flestu londunum í Eysturevropa fingu kommunistaflokkarnir sær nýtt navn, tá Jarntjaldið fall, men í Kekkia varðveitti flokkurin navnið. Men tað gongur ikki longur, tí samtyktin hjá yvirhúsinum sigur, at kommunistaflokkar og nazistaflokkar hava ikki loyvi at virka í Kekkia. Men lógaruppskotið verður uttan iva felt í undirhúsinum, tí har hava kommunistarnir og sosialdemokratarnir meiriluta. Talsmenn hjá kommunistaflokkinum vilja vera við, at samtyktin í yvirhúsinum er í stríð við kekkisku grundlógina.

Kommunistarnir vórðu riknir frá valdinum í Kekkia í november í 1989, tá rithøvundurin Vaclav Havel stóð á odda fyri einari kollvelting ímóti stýrinum. Men flokkurin fær framvegis lutfalsliga stóra undirtøku ímillum veljararnar.