Stríðast um finaluplássið

Sum støðan hevur háttað seg í ársins útgávu av Atlantic Airways-kappingini, so er hvør tann einasti dystur eitt stríð fyri at sleppa í FM-finaluna samstundis sum talan er um bardaga fyri at bjarga lívinum í deildini.

 

Undan dystinum í kvøld hava bæði liðini 12 stig, og tí hevur vinnarin her møguleikan at leggja skræða seg leysan í stríðnum um at røkka finaluplássinum.

 

Seinast liðini dystaðust, var tann 8. desember, tá Kyndil hevði heimavøll. Ta ferðina eydnaðist tað hoyvíkingum at fara heim við teprum sigri.

 

Dysturin, sum verður spældur á Hálsi í Havn, byrjar klokkan 19.