Hondbóltur
Bæði H71 og VÍF hava havt trupult við at halda stórspælinum uppi í ár. Til tess hava báðir partar verið ov sveiggjandi í avrikum sínum.
Og sveiggjandi vóru tey eisini í dystinum sunnudagin, har spenningurin alla tíðina var í hásætinum, tó at tað góða spælið ikki altíð var eins sjónligt.
Fyrstu løtuna av dystinum vóru tað vestmenningar, sum vóru omaná, men H71 megnaði tó at svara aftur. Teir togaðu seg framum undan steðginum, og fyrsta korterið eftir steðgin gekk bara ein veg.
Vestmenningar vildu tó ikki geva seg, og teir stríddu seg eisin uppaftur. Somikið væl eydnaðist, at gestirnir at enda máttu iðra seg um, at teir ikki fingu bæði stigini við sær. Tríggjar ferðir móti dystarenda vóru tað nevnliga teir gulu, sum vóru á odda, men hvørja ferð megnaði H71 at svara aftur.
Seinastu sekundini var ein VÍF-avgerð eisini ávegis, men Bárður Brimvík valdi neyðbremsuna og reytt kort, tá VÍF kontraði. Og so varð tann álopsroyndin av ongum.
Fakta um dystin
H71-VÍF 24-24 (12-11)
10 min: 5-6
20 min: 6-9
40 min: 16-15
50 min: 21-21
Málskjúttar
H71: Dánjal Tórgarð 6, Halgir Dahl Olesen 5, Niels Viggo Niclassen 3, Gunnar Bláberg 2, Bárður Brimvík 2, Hans Kári Hansen 1, Poul Kjartan Dam 1, Christian Eli Zachariasen 1
VÍF: Agnar Joensen 8, Rúni Joensen 4, Regin Joensen 4, Niels Andreasen 3, Karl Johan Djurhuus 3, Joen P. Høgnesen 1, John M. Andreasen 1
Brotskøst: H71 4
Útvísingar: H71 3, VÍF 5
Diskvalifikatión: H71 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Kristian Johansen & Dánjal Samuelsen