Victor Danielsen var abbi Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharra, og blaðið setti spurning við, um tað var Jógvan á Lakjuni, ið hevði valt, at einans leinkja til týðing abba hansara skuldi verða á heimasíðuni hjá Mentamálaróðnum.
Blaðið gjørdi kortini vart við, at tað ikki hevði fingið fatur á mentamálaráðharran, ikki á aðalstjóranum og ikki á fulltrúanum, ið hevði við málið at gera.
Í tíðindaskrvi í dag sigur Mentamálaráðið, at Dimmalætting mistekur seg. Ráðið sigur, at »hevði blaðmaðurin hjá Dimmalætting ómakað sær at trýst á fólkakirkjuna, so hevði hann eisini funnið bíbliuna í týðingini hjá Jákupi Dahl á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum«.
Mentamálaráðið ger eisini greitt, at hesi link hava verið á heimasíðuni síðani august í fjør ? ella langt áðrenn Jógvan á Lakjuni gjørdist mentamálaráðharri.
Men Ingi Samuelsen, blaðstjóri á Dimmalætting, sigur í svari til tíðindaskrivið, at »leinkjan til bíbliutíðing próst Dahls ikki kom á heimasíðuna hjá Mentamálaráðharranum fyrr enn eftir at greinin hevði staðið í Dimmalætting.«
Men sambært Mentamálaráðnum mistekur Dimmalætting og blaðstjórin seg ? og vísa tey aftur til sama tíðindaskrivið.
el