Føroyska liðið, sum er við í stórari bridgekapping í Íslandi, hevur møguleika fyri at enda á fimta plássi. Íslendingar hava á hvørjum ári eina bridgekapping, ið nevnist ?Kjørdæmamótið?. Kjørdæmi merkir valdømi til altingsval. Valdømini skiftast um at vera vertir fyri kappingini, har hvørt valdømi er umboðað við einum liði við 16 leikarum (4 lið). Í ár er Vesturland vertur, og kappingin verður spæld í Stykkishólmi, sum er grannabygd hjá Ólavsvík úti á Snæfelsnesi, har heilt fitt av føroyingum búgva. Hetta er triðja ferðin, at Føroyar eru við í hesi kapping sum gestalið.
Kappingin byrjaði í gjár og endar í kvøld. Úrslitini hjá Føroyum higartil eru hesi:
Føroyar ? Reykjanes 35-84
Føroyar ? Suðurland 56-64
Føroyar ? Reykjavík 63-57
Føroyar ? Vestfirðir 79-41
Føroyar ? Norðurland Eystra 65-55
Støðan eftur 5 umfør:
1. Reykjanes 343
2. Vesturland 330
3. Reykjavík 308
Norðurland Eystra 308
5. Suðurland 302
6. Føroyar 298
7. Norðurland Vestra 295
8. Eysturland 288
9. Vestfirðir 279
Í dag situr føroyska liðið yvir tann fyrsta dystin. Yvirsitaraumfarið gevur liðnum 18-12 fyri hvønn av teimum fýra dystunum ella tilsamans 72 stig.
Á føroyska liðnum í ár eru:
Borð 1
Símin Lassaberg ? Sveinn Ingi Ragnarsson
Dia Jacobsen ? Eyðun Anthoniussen
Borð 2
Bogi Simonsen ? Heðin Mouritsen
Hans Jacob Petersen ? Hallberg Arnfríðsson
Borð 3
Marjun Restorff ? Arnleyg Mikkelsen
Salomon Johansen ? Zacharias Joensen
Borð 4
Maria V. Hansen ? Laila Nikolajsen
Marner Joensen ? Arnbjørn Sivertsen