Stríðast í hvør sínum enda

28. mai var 10. umfar á skránni. Ta ferðina megnaði B68 1-1 á heimavølli ímóti Víkingi, sum var oddalið. Tá varð kanska roknað við, at hetta var fyrsta fetið hjá toftamonnum úr botninum og fram ímóti plássunum, sum bera altjóða luttøku við sær.
Soleiðis hevur tað ikki verið. Síðani eru seks umfør avgreidd, og tað hevur bara eydnast B68 at vinna eina ferð – síðsta sunnudag á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Tí er støðan hættislig.
28. mai vann EB/Streymur 3-0 á útivølli ímóti TB. Tað úrslitið saman við javnleikinum í oyggjauppgerðini á Toftum henda sama dagin var orsøk til, at EB/Streymur varð nýtt oddalið. Inntil síðsta sunnudag, tá ið tað í evstu løtu eydnaðist at bjarga javnleiki á heimavølli ímóti B36, var EB/Streymur topplið.
Nú EB/Streymur og B68 hittast, eru tað oddasessurin og at sleppa undan hóttanini av niðurflyting, sum eru á dagsskrá. Fyrr í summar vann EB/Streymur 2-1 á Svangaskarði.
Hjá B68 eru Christian Høgni Jacobsen og Jóhan Dávur Højgaard tøkir aftur eftir leikbann. Miðvallarin Jústinus R. Hansen er farin uttanlands at arbeiða. Miðverjin Marni Djurhuus er leikbannaður hjá EB/Streymi, og tað er ivasamt, hvussu tað verður við toppskjúttanum Arnbirni Hansen.
EB/Streymur-B68: Eiler Rasmussen fríggjadagin klokkan 19.00