Stríðast fyri rættindum hjá børnum til bæði foreldrini - og til ommuna og abban

Pápar í Føroyum hava nú stovnað felag, sum skal stríðast fyri rættindum hjá børnunum

Mammur og pápar skulu hava javnbjóðis rætt til børnini og tey skulu hava rætt til ommu og abba, fastur og mostur, og øll onnur í familjuni.

Tað er endamálið við einum nýggjum felag, føroyskir pápar nú hava stovnað. Men tey leggja dent á, at felagið er fyri øll, sum eru sinnað at virka fyri endamálinum hjá felagnum

Felagið er sprottið úr einun bólki ið kallast øll børn hava rætt til pápa sín, og har yvir 300 pápar eru limir. Men nú hava teir so tikið eitt stig afturat og hava stovnað felagið, Barnarættindi. Endamálið við felagnum er at arbeiða fyri rættinum hjá barninum.

Og her hugsa teir um rættin hjá børnum til bæðu mammuna og pápan. Men teir hugsa eisini um øðrum bólkum, sum altíð verða gloymdir og ongantíð sleppur til orðanna, men sum ofta hava ein stóran leiklut í lívinum hjá barninum. Og tað eru omman, abbin, mostur, fastur, ja øll familjan hjá barninum.

Høvuðsendamálið hjá felagnum er at virka fyri, at mamman og pápin verða javnbjóðis og javnsett um barnið.

Barnarættindi ætlar sær at verða ein virkin felagsskapur nú familjurættarliga økið skal skipast eftir at tað er yvirtikið á føroyskar hendur.  

Í hesum sambandi ætlar felagið at virka fyri, at øll børn fáa síni rættindi. ST hevur longu staðfest hendan rættin í barnarættinda-sáttmálanum, men hann er ikki settur í verk í Føroyum.

Á aðalfundinum í Barnarættindum, sum var týsdagin, varð nevnd vald, og hon hevur skipað seg soleiðis:

Jógvan Páll Hansen, formaður

Benny Brockie, næstformaður

Mortan Olsen, kassameistari

Niels Kári Samuelsen, nevndarlimur

Dávid Christiansen, nevndarlimur

Marni Abrahamsen, eykalimur

Ingi K. Midjord, eykalimur