MAKRELUR
Jónsvein Knudsen er formaður í Felagnum Trolskipum og er soleiðis ein teirra, sum stendur aftanfyri stuðulsskrivið til landsstýrismannin, Jacob Vestergaard, í makrelspurninginum.
Hann sigur, at umboðini fyri teir seks skipabólkarnar, sum hava undirskrivað stuðulsbrævið, ikki á nakran hátt vilja skapa rumbul.
- Vit eru ikki úti eftir at skapa stríð millum feløg, ei heldur at skapa Føroyum møguligar trupulleikar í samstarvi landanna millum. Tað, sum vit vilja, er at vísa á, at stórir inntøkumøguleikar liggja í makrelinum. Soleiðis, sum makrelur í nógv størri mun enn áður er í føroyskum sjógvi í summarhálvuni, taka vit fult og heilt undir við landsstýrismanninum um, at okkara prosentpartur í makrelbýtinum er alt ov lítil.
Jónsvein Knudsen heldur, at ein orsøk til, at Felagið Nótaskip ikki tekur undir við landsstýrismanninum er, at felagið ivaleyst og fyribils er nøgt við tey sløku 5%, sum Føroyar eiga í hesum kvotubýti.
- Tí mæla vit til, at tann kvotupartur, sum kemur aftrat, í fyrsta lagi kemur ísfiskaflotanum til góðar, sigur hann.
Í skrivinum hjá teimum seks skipabólkunum verður makrelur sagdur at vera rovfiskur burturav, og tí er eisini væntandi, at hann etur nógva føði, sum skuldi komið øðrum fiski, ið ísfiskaflotin veiðir, til góðar.
- Eitt hugskot við, at ein partur av ísfiskaflotanum eisini kann veiða makrel, er at lætta um royndina eftir vanligu botnfiskastovnunum, sum soleiðis verða minni royndir í hesum tíðarskeiði.
Stríðast eitt sindur
Jónsvein Knudsen heldur tað vera uppá tíðina, at Føroyar nú fara at stríðast eitt sindur fyri sínum sjálvsøgdu rættindum, sum hann tekur til.
- Makrelur kemur í stórum nøgdin inn í føroyskan sjógv, og tí mugu vit eisini hava rættin til at fiska eina munandi nøgd úr hesum stovni. Tað kann ikki vera rætt, at aðrir kanna sær stór rættindi, meðan vit sita eftir við lítlum og ongum, nú fiskurin reikar í føroyskum sjógvi og etur seg mettan av okkara tilfeingi, sigur formaðurin í Felagnum Trolskip.