Stríðast fyri finaluplássunum

Allan fyrrapartin hava svimjarar kempað fyri finaluplássum í FM 2008. 13 finalur eru á skránni seinnapartin, aftur í dag beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum. Eftir at trý føroysk met vórðu sett í gjárkvøldi er lagt upp til enn ein spennandi finaludag í svimjihøllini í Gundadali seinnapartin. Innleiðandi kappingarnar byrjaðu klokkan 0930 fyrrapartin, og finalurnar byrja klokkan 1630.

Raðfylgjan fyri finalurnar seinnapartin er hendan:

400 m frí kvinnur

100 m firvald menn

200 m firvald kvinnur

400 m frí menn

100 m bringa kvinnur

50 m rygg menn

200 m rygg kvinnur

100 m blandað menn

400 m blandað kvinnur

100 m bringa menn

50 m frí kvinnur

4x100 m frí menn

4x100 m blandað kvinnur

Í gjárkvøldi settu Kári á Høvdanum, Pál Joensen og Malan V. Bærentsen nýggj føroysk met. Øll trý áttu sjálvi gamla metið, ið tey tóku. Kári á Høvdanum úr Fuglafjarðar Svimjifelag svam 200 m rygg við tíðini 2:05:13. Gamla metið var 2:06:44. Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag svam 200 m blandað við tíðini 2:08:85. Gamla metið var 2:11:33. Og Malan V. Bærentsen úr Suðuroyar Svimjifelag svam 50 m bringu við tíðini 34:74. Gamla metið var 34:94.

Heiðursmerkjabýtið higartil:

Suðuroyar Svimjifelag: 11 gull, 8 silvur og 3 bronsu.

Fuglafjarðar Svimjifelag: 2 gull, 1 silvur og 6 bronsu.

Havnar Svimjifelag: 1 gull, 4 silvur og 4 bronsu.

Reki: 1 silvur.

Úrslit og tíðir í øllum kappingum eru at finna við at trýsta her<a> Rás1 hjá Televarpinum sendir aftur í dag finalurnar beinleiðis. Byrjað verður at senda klokkan 1620.