Stríðast alla tíðina

Hóast tað til tíðir sá spælandi lætt út hjá VÍF, so var Sóleyð Mikkelsen eftir dystin sannførd um, at tað var neyðugt at stríðast frá byrjan til enda móti VB

 

Steypafinala


Liðskiparin hjá VÍF, Sóley Mikkelsen, var kanska fram um hinar leikararna legyrardagin í eini serstøðu.

Meðan hon leikti við StÍF, hevur hon nevnliga verið í finaludysti móti bæði VB og VÍF, men sambært liðskiparanum sjálvari, so var hetta ikki nakað, sum hon hugsaði um, áðrenn hon fór á vøllin.

- Eg vil ikki siga, at tað var nakað, sum ávirkaði meg nakað serligt. Ikki annað enn tað, at vit taptu fyri tveimum árum síðani móti VÍF, og tað var so avgjørt ikki nakað, sum eg ætlaði mær at royna eina ferð afturat.

- At tapa ein finaludyst, er snøgt sagt ov tungt at bera. Tað royndi eg tað ferðina, og eg hevði sett mær fyri, at tað so avgjørt ikki var nakað, sum skuldi henda aftur. Tá er tað nakað stuttligari at standa sum vinnari eftir dystin.


Liðavrik

Spurd, um tað var nøkur serlig orsøk til, at VÍF í dag gjørdist steypavinnari, segði Sóley, at talan fyrst og fremst var um eitt liðavrik.

- Vit vóru undan dystinum fullgreiðar um, at skuldi vit vinna, so kravdi tað, at vit stríddust alla tíðina. VB fer altíð á vøllin við hugburðinum um, at tær vilja stríðast til tað allar seinasta, og tí vistu vit av, at kravið var ein rimmar innsatsir, um vit skuldu gera okkum vón um at vinna.

Sum kunnugt eydnaðist hetta, og mong munnu vera av teirri fatan, at VÍF nú hevur beina kós móti greipuni.

Tað er so í øllum førum nakað, sum vit fara eftir, sigur ein fegin Sóley Mikkelsen at enda.