Stoypa við rúkandi ferð

- Ein framkomin teldustýrd maskina ger tað møguligt at stoypa upp til 1000 fermetrar um dagin, vita tey á Havsbrún at siga.

Arbeiðið at gera goymslutunlarnar hjá Havsbrún í Fuglafirði klárar til nýtslu gongur væl. Tað, sum restar í at gera liðugt, eru portalarnir og gólvið, og tað er Articon, sum stendur fyri hesum arbeiði.

 

Havsbrún veit í dag at siga, at gólvið inni í tunlunum er planerað, kloakk er løgd, og vatn er lagt inn. Nú eru menn hjá Articon í holt við at at stoypa gólvið.

 

- Tað gongur við rúkandi ferð at stoypa. Ein framkomin teldustýrd maskina, sum verður brúkt til at leggja betong út, ger tað møguligt at stoypa upp til 1000 fermetrar um dagin.  

 

Lagt verður aftrat, at byrjað varð at stoypa hin 8. mars, og higartil eru slakir 7000 fermetrar stoyptir. Samstundis, sum gólvið verður stoypt, verða eisini portalarnir gjørdir.