Fyrstu gólvini í samanbygdu húsunum á Heiðum verða nú stoypt umaftur. Tað er byggifelagið Articon, sum ger arbeiðið.
Herfyri kom fram, at undirlagið undir ætlaðu samanbygdu húsunum á Heiðum við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík ikki var nóg væl gjørt. Gjørt varð av, at øll gólvini skuldu takast uppaftur, og undirlagið gerast av nýggjum.
Byggifelagið Articon hevði gjørt arbeiðið, og gjørt varð av, at felagið skuldi gera arbeiðið av nýggjum fyri egna rokning. Hvørt einstakt hús skal so góðkennast, áðrenn farast kann undir sjálvan byggingina.
Mánadagin vóru menn frá Articon í ferð við at stoypa fyrstu gólvini av nýggjum. Alt arbeiðið skal vera liðugt í næstu viku.