Summi er long og smøl. Onnur eru full av vindeygum ella hurðum. Og uppaftur onnur hava skot og vinklar, sum geva okkum grá hár í høvdið.
Men kortini ber tað altíð til at gera eitt rúm hugnaligt.Tað heldur í øllum førum 44 ára gamla havnardaman Elin P. Andreasen, sum er útbúgvin innrættingararkitektur frá Danmarks Designskole, og eitt nú millum annað starvast sum Innanduraráðgevi í Danmark, og í Føroyum, tá hon er heima og ferðast.
– Tað mest umráðandi er, at stílurin í heiminum avspeglar tína persónligheit, tíni áhugamál og gerandisdag. Tá tú fert undir at broyta eitt rúm, er ikki vist, at tað er neyðugt at broyta alt ella at koyra alt tað gamla burtur. Kanska er nóg mikið at fríska okkurt gamalt upp, at varðveita eitt sjarmerandi patina ella at mála/tapetsera onkran part av rúminum, sigur Elin P. Andreasen, sum fer at halda tveir fyrileystrar um innrætting av heiminum á Lívsstílsstevnuni 09.
Í dag hava vit tó valt at práta við Elina um trupul rúm – ella ein kundi sagt: rúm við avbjóðingum.
Smala rúmið
Hava vit eitt smalt rúm, er tað umráðandi, at vit brúka møblar, tilfar og litir, sum snýta eygað so rúmið sýnist breiðari.
Sum heild mælir Elin P. Andreasen til, at vit nýta ljósar litir í smáum rúmum og hon vísir á, at lodrættar strípur gera rúmið smalri. Eisini fortelur hon, at gulnað træ – so sum fura - fær rúmið at sýnast myrkari.
Harafturímóti er ein litur sum ljósagult góður, tí hann reflekterar ljósið, so rúmið tykist størri.
Endaveggurin kann gerast luftigari við at tapetsera hann við ikki ov stórum ljósum mynstri, ella at mála hann ljóst gulan við einari smalari hvítari rípu allan vegin runt. Tó ikki niðri við gólvið, har gólvlistin hevur somu funktión.
– At fáa eitt smalt rúm at sýnast breiðari, kanst tú seta eina langa trímanssofu við trimum sofapútum í upp móti vegginum. Tvær sofapútur fáa nevniliga sofuna at sýnast styttri og rúmið smalri, forklárar Elin P. Andreasen, og hon undirstrikar, at endaveggurin sum heild er góður at arbeiða við.
- Tí er eisini gott at seta ella heingja okkurt langt tvørtur um endaveggin. Til dømis eina langa hill ella eina vatnrætta myndarøð við smáum myndum. Tað ber eisini til at byggja ein stóran reólvegg frá gólv til
loft á endaveggin, eisini rundan um eina hurð ella eitt vindeygað.
- Men lat hillarnar flukta, so eygað fær frið. Hvussu tú so annars setir ting og bøkur í reólina, er ikki so umráðandi, sigur Elin P. Andreasen, ið sum oftast mælir til, at vit seta møblarnar tvørtur um í einum smølum rúmi og ikki framvið langvegginum.
– Set spísiborðið tvørtur um við tveimum stórum ella trimum minni ljóspendlum hangandi niður yvir. Hetta fær eisini rúmið at sýnast breiðari og størri, sigur hon.
Stórar myndir, ið hanga einsamallar, kunnu eisini geva luft til eitt smalt og trongt rúm.
Vindeygu og hurðar
Summi rúm hava fleiri hurðar og vindeygu, og tá kann tað vera ein avbjóðing at skapa hugna og heild. Serliga, tá hurðarnar eru mitt á vegginum, tí tá verður rúmið líkasum býtt sundur. Betri er, um hurðin er í síðuni, so betri pláss verður til møblar og annað.
– Vindeygu nýtast als ikki at oyðileggja ein vegg. Men fyri at fáa eina heild við restina av rúminum, kanst tú taka støði í breidd og hædd, karmi, liti og tilfari, tá tú innrættar og møblerar, sigur Elin P. Andreasen.
Vinklar og skot
Í sekstiárumum vóru vinkulstovur sera vanligar. Men flest øll, sum hava havt eina slíka vita, at tað kann geva nakrar forðingar, tá vit skulu innrætta stovuna.
– Vinkulstovur gera, at ofta noyðist at hugsa í bólkum, og so innrætta teir sum best. Her ber til at seta ein hálvvegg upp, byggja ein heilan glasvegg ella brúka møblar at býta rúmið sundur við, sigur Elin P. Andreasen.
Uppaftur eldri hús hava ofta skeivar vinklar og skot av ymsum slag. Her snýr tað seg um at venda hesum eyðkennum til fyrimunir, so tú ikki mótarbeiðir náttúruni í rúminum.
– Tak støði í formunum og bygg til dømis eina reól, eitt skáp ella nakrar hillar saman við skotunum. Kanska við glasi fyri og/ella tapeti innií. Vend eyðkennunum til nakað positivt við at undirstrika andan í húsinum, sigur Elin P. Andreasen.
Glas, glas, glas..
Sum heild er glas ein gáva til innrætting. Serliga í smáum myrkum rúmum.
Bæði klárt og transparent glas og stór vindeygu millum rúm ella rútar í erva í vegginum, so ljósið fellir inn í rúmið. Hevur tú eina langa smala stovu ella eina vinkulstovu, kanst tú innrætta eitt kontór ella eina aðra funtión við endan, og so ein stóran glasvegg upp fyri.
Ein tungur veggur kann eisini lyftast upp við at brúka glas. Tað ber eisini til at innramma eina hurð við glasi, so hon sýnist lættari.
Glaspartí frá gólv til loft gevur eina flotta effekt og egnar seg væl í Føroyum, her vit hava so nógvar myrkar dagar.