Nokk Føroya kendasta og fremsta songkvinna Eivør spælir eina serstaka stovukonsert í páskavikuni, sera avmarka atgongd.
Eivør kenna vit sum tónleikara, sangskrivara og ikki minst sum sangara við eini ómetaliga vakrari og sterkari rødd.
Eivør kennir seg eins væl sum einleikari, har hon syngur og spælir einsamøll, ella við egnum tónleikabólki, ella í samstarvi við ymiskar tónleikarar úr ymiskum londum.
Á F’LJÓÐ stovukonsertini í Stoffalág 18, mikukvøldið 16. apríl, kl. 20.00, fer Eivør at spæla einsamøll - og á skránni verður eitt fjølbroytt sangval við bæði gomlum og nýggjum løgum.
Atgongumerki fáast við at skriva til Elin Brimheim Heinesen á Facebook ella við t-posti: elin(at)heinesen.fo ella editor(at)music.fo
Pláss er einans fyri hægst 40 fólkum, so tað ræður um at skunda sær. Verða pláss eftir, verða atgongumerki seld við hurðina ein hálvan tíma undan stovukonsertini.










