Eyðfinn Magnussen
Biologur, Fróðskaparsetur Føroya
E-mial eydfinnM@Setur.fo
Tað eru helst eingin persónur í nýggjari tíð, sum hevur havt so stóra ávirkan á føroyska samfelagið, sum íslendski fiskifrøðingurin Jón Kristjánsson. Tey seinru árini hava hansara tilmæli um føroysku fiskastovnarnar vigað rættuliga tungt, tá avgerðir eru tiknar um, hvussu nógv kann fiskast á føroyska landgrunninum. Útgangsstøðið hjá Jón Kristjansson er, at ov lítið er til av føði er til fiskin. Við at tynna út í stovninum verður meira føði til fiskin, ið eftir er. Fiskurin veksur skjótari, og tilgongdin verður betur. Hetta er eisini vanligt fyri fisk í feskvatni, so sum síl og laks, menn eru ikki so avgerandi fyri fisk, sum livir í havinum.
Føðitrot á feskvatni
Í feskvatni er vanliga ikki nóg mikið av føði, at fiskurin kann vaksa seg heilt stóran. Tí er neyðugt, at bæði laksur og síl mugu út á sjógv, skulu tey gerast stór. Seinri venda tey so aftur til áirnar at gýta. Laksur, sum verður gýttur í føroysku áunum, livir har tey fyrstu umleið 3 árini. Hesi 3 árini vaksa laksamaðkapirrurnar einans einar 15 cm. Eftir hetta fara tær á sjógv. Har er nóg mikið av føði, og eftir bert einum ári, veksur laksurin frá 15 cm til einar 60 cm. Hjá sílum er fyribrigdið hitt sama.
Ikki øll síl hava møguleika at koma á sjógv
Síl sum hava møguleika at koma út á sjógv, kunna gerast stór. Tað eru tó ikki øll síl, sum hava hendan møguleika. Í summum vøtnum er sambandið við sjógvin so vánaligt, at sílini antin ikki kunna svimja út á sjógv, ella, um tey gera tað, ikki kunnu koma aftur í vatnið. Eitt eyðkenni fyri hesi síl er, at tey ikki gerast serliga stór. Dømið um tílík vøtn í Føroyum eru Leitisvatn á Vágoynni, Stóravatn á Sandoynni og Toftavatn í Eysturoynni. Í Leitisvatni eru sílini 15-30 cm long, á Toftavatni 25-35 cm meðan tey á Stóravatni eru 20-40 cm long. Sílini á Stóravatni eru ikki bara tey størstu. Har er eisini nógv mest til, og tey eru eisini tey feitast sílini í hesum 3 vøtnunum.
Vøksturin hjá sílum
Hvussu stór sílini gerast í teimum ymisku vøtnunum, er í høvuðsheitum treytað at 2 faktorum. Gróðurin av plantuplanktonni í vatninum, og hvussu nóg síl eru at eta føðina. Gróðurin er stýrdur av føðslusøltunu (gjødningi). Eru nógv føðslusøltir í vatninum, er eisini nógv føði. Serliga er tað fosfor, ið tarnar gróðrinum í vøtnum. Grundin til, at sílini á Stóravatni bæði eru stór og eisini nógv í tali, er helst tað ríka fuglalívið, ið finst á vatninum. Fuglurin skítur í vatni. Skarnið inniheldur nógv fosfor, sum skapar góð gróðrarlíkindi hjá planktu plantonninum. Dømi við sílunum í Stóravatni vísir, at tað saktans ber til, bæði at hava nógv og stór síl í einum vatni. Bara nokk er at eta.
»Tusindbrødre«
At ov nógv er til av fiski í mun til føðina er eitt vanligt fyribrigdi í vøtnum. Í Danmark verður hetta fyribrigdið nevnt »tudindbrødre«. Felags eyðkenni fyri »tusindbrødre«-fiskastovnar er, at tað bert eru smáir og klænir fiskar. Hesin fiskur hevur lítlan áhuga hjá frítíðarfisskarum. Bøtast kann um støddina við at sleppa rovfiskum (t. d. geddum) í tílík vøtn. Rovfiskarnir eta burtur av teimum smáu fiskunum. Stovnurin verður minni, so vøksturin hjá teimum, ið eftir eru, verður betur. At fiskað verður í ríkiligt mát í tílíkum vøtnum hevur somu ávirkan.
Jón Kristjánsson ikki fremmandur í Føroyum
Jón Kristjánsson hevur fyrr arbeitt í Føroyum. Hetta var í 1978. Tá gjørdi hann kanningar av sílunum á Leitisvatni og á Fjallavatni. Kanningin hevði sum endamál at lýsa vøksturin og livilíkindini hjá sílunum í hesum báðum vøtnunum. Ein frágreiðing er skrivað um kanningarnar. Hon finst eisini í einari føroyskari týðing hjá Ólavi Poulsen av Vatnsoyrum. Niðurstøðan hjá Jón Kristjánsson er, at alt og nógv síl eru í vøtnunum. Ov lítil føði er í part, og tí vaksa sílini so seint. Fyri at betra um stovnin, sigur Jón Kristjánsson:
»... er neyðugt at byrja mikla veiði í báðum vøtnunum, og tá serliga í Leitisvatni. Vanligt er at fiska við tráðu, men tað er ikki nóg mikið. Tað má eisini fiskast við gørnum«
Hesin ráðini kenna vit aftur. Hetta er júst tað sama, sum hann sigur um toskastovnin á føroyska landgrunninum.
Grundarlagið undir tilmælinum er skeivt
Ráðini hjá Jón Kristjánsson um stovnsrøktina av sílunum á Leitisvatni og Fjallavatni eru ivaleyst skilagóð, menn kunnu ikki uttan víðari brúkast fyri føroyska toskin. Grundin er, at her er talan um heilt ymiskar vistskipanir. Vøtn eru nógv meira einsháttað enn havið. Fiskur í vøtnum hevur ikki somu ferðingarmøguleikar sum í havinum. Hann kann ikki fara til onnur økir ella út á djúpt vatn. Í havinum er sjáldan føðimangul. Gamanní kann tað til tíðir vera minni at eta, so at fiskurin gerst rak og veksur seinri, men tað er ikki so, at toskurin kann fleirfalda sína longd eftir stuttari tíð, við at svimja til onnur økir.
Tá útgangsstøðið í stovnsmetingunum hjá Jón Kristjánsson er skeivt, verður úrslitið hareftir. Tí er tað spell, at føroysku fiskiveiðumyndugleikarnir taka ráðini hjá honum í so stórum álvara. Fastheldur Jón Kristjánsson um, at lívshátturin hjá feskvatnfiski kann førast yvir á føroyska toskin, hýsuna og upsan, eigur hann at koma við upplýsingum, sum kunna staðfesta, at hetta er so.
Jón Kristjánsson endar frágreiðing sína um sílini á Leitisvatni og Fjallavatni við at koma við ráðum um, hvussu veiðitrýstið á vøtnunum kann økjast, so meira fæst burtur úr. Hann endar frágreiðingina sína við at siga:
»Tá til tað kemur, eri eg til reiðar, um neyðugt, at veita leiðbeining fyri at nýta vøtnini betur«
Kanska átti Jón Kristjánsson at hildið seg til Leitisvatn og Fjallavatn.