Í dag fyllir Kristiliga sangkórið í Føroyum 50 ár. Rundi føðingardagurin verður heiraður við eini stórfingnari framførslu í Norðurlandahúsinum í kvøld. Í samband við føðingardagin er 87 ára gamli danin, Holger Borgen Lindhardt, boðin til Føroya.
Í 1953 var Holger Borgen Lindhardt við til at seta Kristiliga sangkórið á stovn, og 50 ár eftir, hevur hann játtað at stjórna kórinum undir tveimum sangum á framførsluni í kvøld.
Holger Borgen Lindhardt arbeiddi í fimtiárunum sum landsgranskoðari í Føroyum, og stórur partur av fríðtíðini varð nýtt til Kristiliga sangkórið.
Á Sjómansheiminum
Holger greiðir frá, at avgerðin um at seta Kristiliga sangkórið á stovn varð tikin á Sjómansheiminum í Havn.
-Eg og konan búðu á Sjómansheiminum í nakrar dagar, áðrenn vit skuldu flyta inn í okkara íbúð við Pedda við Steinsgøtu. Eingin lastbilur var nóg stórur til at koyra møblarnir hjá okkum, og tí steðgaðu vit á Sjómansheiminum í nakrar dagar. Fólk á Sjómansheiminum høvdu tosað um at stovna eitt kór í Havn, og tá eg hevði royndir sum dirigentur í Randers, helt eg tað verða eitt frálíkt hugskot, greiðir 87 ára gamli danin frá.
Sum dani, ið júst var fluttur til Føroya, var kórið eitt frálíkt høvið hjá Holger at fáa samband við føroyingar. Hann fekk eitt ótal av vinfólki gjøgnum Kristiliga sangkórið, og tilknýtið til kórið hjálpti honum væl við at læra føroyska málið.
Fyrstu tíðina var kórið ein samanrenning av fólki, ið høvdu tilknýti til Sjómansheimi, fólk úr KFUM og K, og lærlingar á sjúkrasystrarskúlanum.
Birgur
Hóast Holger Borgen Lindhardt ikki er nakar ársungi longur, so er hann rættiliga birgur av einum 87 ára gomlum manni at verða. Í samband við føðingardagin hjá Kristiliga sangkórinum hevur hann játtað at stjórna kórinum til einar tveir sangir.
Holger flutti úr Føroyum í 1960, men hann hevur kortini hildið sambandið við kórið við líka. Hann hevur hann fleiri ferðir verið við til aðrar rundar føðingardagar hjá kórinum. Seinast var fyri fimtan árum síðan, tá kórið fylti 35 ár.
Nakrar limir frá fimti árunum eru framvegis virknir í Kristiliga sangkórinum í dag. Hóskvøldið vandi kórið, og tá fekk Holger møguleika at heilsa upp á
tey aftur
Spent tíð
Frá 1953 til 1960 arbeiddi Holger Borgen Lindhardt sum landsgranskoðari í Føroyum. Eftir heimastýrislógina fóru undir danir undir at kanna fíggjarstøðuna í Føroyum við jøvnum millumbili. Arbeiðið gjørdist meir og meir umfatandi, og í1953 avgjørdu danir, at neyðugt var við einum fastur granskoðara, sum skuldi búgva í Føroyum. Valið fall á Holger, og árini í Føroyum angrar hann ikki-heldur tvørturímóti.
? Eg kom at kenna eitt ótal av føroyingum hesi árini, sum eg eisini havi havt samband við eftir, at eg flutti til Danmarkar aftur. Føroyska samfelagið broyttist nógv hesi árini, og eg kann minnast, at Útvarpið byrjaði hesi árini. Eg var granskoðari hjá Útvarpinum, og eg kendi væl útvarpsstjóran, Niels Juul Arge, fortelur fyrrverandi landsgranskoðarin.
Fimtiárini vóru ein spent tíð í føroyska samfelagnum. Bæði Klakvíksstríðið og stóra fiskimannaverkfallið vóru hesi árini. Hann var granni til Fiskimannafelagið hesi árini, tá rembingarnar vóru stórar. Hann sigur seg minnast ein tilburð undir verkfallinum, tá ein stór mannfjøld yvirtók eitt skip, sum lá á molanum, sum hann gjørdust eitt sindur skakkur av.