Stovnar stuðulsgrunn til LOB

Sniálvur Røvilsberg leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar at seta á stovn ein stuðulsgrunn, hvørs endamál er at veita stuðul í sambandi við leiting og bjarging á sjónum.

Hugskotið nørdist í sambandi við vanlukkuna í Skopunarfirði í mai í fjør, og síðani hevur Sniálvur Røvilsberg arbeitt við ætlanunum um ein stuðulsgrunn.

- Nú er so komið hartil, at viðtøkur fyri grunnin eru gjørdar. Eisini havi eg tosað við manningarfeløgini, umframt formannin fyri LBF, og har er stórur áhugi fyri grunninum, sigur Sniálvur Røvilsberg.

Hann arbeiðir í løtuni við at útvega grunninum eitt stovnsfæ, og hevur í tí sambandi søkt ymsastaðni um fíggjarligan stuðul.

- Eftir er so at seta grunnin formliga á stovn, og hóast einki ávíst dato er sett á, kann roknast við, at stovnsetanin verður innan fyri komandi tvær vikurnar, sigur Sniávlur Røvilsberg.

Um nakar vil hava meira at vita um ætlaða stuðulsgrunnin, sum fær navnið Sjósøki, ber til at ringja til Sniálv á 222073.