Fyrrverandi norski forsætisráðharrin Kjell Magne Bondevik ætlar sær at royna seg á altjóða friðarpallinum, nú hann er farin burtur úr politikki, og í tí sambandi hevur hann stovnað eina nýggja miðstøð, sum skal virka fyri friði og mannarættindum.
Miðstøðin hevur fingið heitið The Oslo Center for peace and human rights, og Bondevik ætlar, at støðin skal arbeiða saman tilsvarandi stovnum aðrastaðni so sum friðarstovnunum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Jimmy Carter, fyrrverandi finska forsetanum Marti Ahtisaari og fyrrverandi suðurkoreanska forsetanum Kim Dae-jung.
Kjell Magne Bondevik leggur dent á, at stovnurin verður ikki knýttur at norskum partapolitikki, og tí hevur hann valt fyrrverandi forsætisráðharran Torbjørn Jagland til formann í nevndini fyri stovnin.
Sambært Aftenposten hevur tað ikki staðið á at fáa fígging til at reka stovnin. Millum teirra, sum hava játtað pengar til tiltakið, eru stóru fyritøkurnar Aker, Statoil og Hydro.









