Stovnaðu felags ferðavinnufelag í Suðuroynni

Týskvøldið var stovnandi fundur av ferðavinnufelag í Suðuroynni, har allar kommunur í oynni, saman við Ferðaráð Føroya, stovnaðu felagið Ferðavinnan í Suðuroy. Felagið skal reka kunningarstovur í Vági og á Tvøroyri. Fundurin kom eisini ásamt um yvirlýsing, ið m.a. mótmælir, at tyrluflúgvingin til Suðuroyar verður niðurløgd, og greitt er nú, at suðuroyingar fara at krevja fleiri túrar sjóvegis

Týskvøldið varð nýtt felag stovnað, felagið Ferðavinnan í Suðuroy. Á fundi í Sumba stovnaðu kommunurnar í Suðuroynni felagið, í samstarvið við Ferðaráð Føroya.
Hetta er roynd at menna ferðavinnuna í oynni á allar hugsandi hættir og rekast skulu kunningarstovur á Tvøroyri og í Vági, sum arbeiða fyri alla oynna. Frammanundan er kunningarstova á Tvøroyri.
Per Hansen, Ferðaráðið, varð valdur fundarstjóri, og greiddi hann frá, at arbeitt hevur verið við ætlanini eina tíð, og eftir at viðtøkur felagsins vóru havdar frammi til viðmerkingar og síðani góðkendar, varð komið til val av nevnd.
Kommunurnar høvdu gjørt av, hvør skuldi umboða tær í felagnum. Fyri Porkeri komu Hilmar Bech í nevndina og Lars Djurhuus er eykalimur. Fyri Hov er Ásbjørn Berg valdur og eyka er Niels Hammer. Fyri Famjin er Elin Nielsen og Arni Nielsen er eykalimur. Fyri Hvalba situr Elberg Klettheyggj og Áki Bertholdsen er eykalimur. Fyri Sumba er Snæbjørn Vestergaard valdur og eyka er Poul Johannus Poulsen. Fyri Vág er Jógvan Krosslá og eykalimur er Petry Joensen. Fyri Tvøroyri er Kristin Michelsen og eykalimur er Jonny Dimon.
Nevndin skipaði seg eftir fundin við Ábjørn Berg sum formanni, Elini Nielsen sum næstformanni, Elberg Klettheyggj er kassameistari og skrivari er Hilmar Bech. Nevndarlimir eru sostatt Jógvan Krosslá, Kristin Michelsen og Snæbjørn Vestergaard.
Til Grannskoðara er Bókhaldsstovan Bisty við Hildur Gunnarsdóttir í Hovi vald.
Valt var at halda fram, sum gjørt hevur verið frammanundan, viðvíkjandi limagjøldum. Og tað merkir, at einstaklingar rinda árliga 100 krónur í limagjaldi, feløg 400 krónur og fyritøkur og stovnar 1000 krónur. Kommunurnar hava rindað 15 krónur árliga fyri hvønn íbúgva, men er hetta hækkað til 30 krónur.
Ferðaráðið rindar á leið 80.000 krónur, tað eru 16 krónur fyri hvønn íbúgva í kommununum.
Eftir at allir snøklar viðvíkjandi stovnanini vóru avgreiddir, fegnaðist fundarstjórin Per Hansen um, at kommunurnar taka ferðavinnuna í álvara, tí alt ov leingi hevur vinnan verið merkt av pionerarbeiði, har fólk hava nýtt hugflog og megi til at yvirliva við øðrum hjávinnum.
Hugskotið við felags átakið fyri ferðavinnu í einum øki er kent úr Eysturoynni og hevur tað eydnast væl.
Yvirlýsing um ferðasambandið
Tá stovnanin av felagnum var avgreidd, var komið til ymiskt á fundarskránni. Og ymiskt varð havt á lofti. Viðtøkur felagsins siga, at arbeiðast skal fyri at betra ferðasambandið, men sannroynd er, at tað gongur øvugta vegin, var semja um á fundinum. Tyrluflúgvingin er burtur tann 1. mai og tað er ikki líka heppi at ferðast ørindi til miðstaðarøkið, sum tað hevur verið. Fundurin var samdur um, at tað er alneyðugt at ferðast til miðstaðarøkið, t.d. til lækna, og túrarnir, har ein sleppur suður aftur í hampuligari tíð, eru skerdir. Sleppast má undan, at ein skal frá húsum klokkan 6 ella 7 á morgni, fyri síðani at vera heima aftur á kvøldið klokkan 22 ella 23, var niðurstøða á fundinum.
Fundurin undraðist á, at einki hevur verið at hoyra til tingmenn, nú tyrluflúgvingin er tikin frá suðuroyingum.
Fundurin, sum umboðaði allar kommunur í Suðuroynni og ferðavinnuáhugað, samdist um at orða yvirlýsing, har kravt verður, at tyrluflúgvingin verður tikin upaftur og at túrarnir, har tað slepst suður í hampuligari tíð á degi, koma aftur á nøktandi støði.
Jógvan Krosslá gjørdi greitt, at suðuroyingar fara at krevja 3 túrar sjóvegis dagliga og at hetta krav úr Suðuroynni standa kommunurnar saman um.