Fótbóltur
Vágar:FSV Vágar fær nú eftir ætlan egið stuðulsfelag. Stovnandi aðalfundur verður hildin sunnudagin.
Tað krevur nogv at vera í fyrstu deild í fótbólti. Nógvir pengar skulu til, og neyðugt er við góðum stuðuli bæði so og so.
Í Vágum hevur einki stuðulsfelag verið aftan fyri fótbóltsamtakið FS Vágar, men tað er ætlanin at fáa nú.
Í skrivi, sent er út í Vágum, heita stigtakararnir til stuðulsfelagið á Vágafólk um at møta mannsterk í høllini á Giljanesi sunnudagin klokkan 16.00 at stovna stuðulsfelag, sum skal stuðla FS Vágum bæði ítróttarliga og fíggjarliga í komandi kappingarári, nú felagið aftur fer at leika í fyrstu deild.
?Ynski og vón okkara er, at nógv fótbóltsáhugað møta til fundin, og at enn fleiri vilja gerast limir í felagnum, soleiðis at vit fáa eina samansjóðaða eind at stuðla FS Vágum bæði ítróttarliga og fíggjarliga, siga fyrireikararnir til stuðulsfelagið í Vágum í skrivi, sent er út í oynni.










