Listafólk í Føroyum hava nú stovnað sítt egna fakfelag. Her er tað palllistafólk, sum talan er um og í tíðindaskrivi í morgun siga tey, at fyribils eru 38 limir í felagnum.
Tey siga, at tað hevur leingi verið tosað um, at tørvur er á einum fakfelag, sum fevnir um allar listafólk, sum framføra á palli, og um teir handverkarar, sum hava við føroyska palllist at gera.
– Fleiri nýggj palllistafólk, við nýggjum spennandi útbúgvingum, eru løgst afturat seinnu árini og tey latið upp fyri nýggjum møguleikum, og nýggjum upplivingum á føroyska palllinum, siga tey.
Tey halda, at skulu vit fáa gagn av hesum nýggju fólkunum, krevst eitt palllistarligt fakfelag sum loftar teirra førleikum og fær ment teirra møguleikar.
– Við hesum endamáli hevði Palllistafelag Føroya stovnandi aðalfund 29. September, har vit skipaðu okkum í eitt demokratiskt og fakliga sterkt felag sum skal arbeiða fyri:
– At røkja listarligu, starvsligu og upphavsrættarligu áhugamálini hjá limunum.
– At veita limunum hjálp, ráðgeving og stuðul í rættindum teirra.
– At umboða limir okkara í felagskapum og nevndum og í sáttmála- og fíggjarsamráðingum við arbeiðsgevarar av øllum slag.
– At menna palllistafakligu møguleikarnar og førleikarnar hjá limunum við tvørfakligum samskifti og samstarvi.
– At arbeiða yvirskipað og langsiktað fyri at styrkja støðuna hjá palllistini í samfelagnum sum heild.
Limirnir í fakfelagnum er listafólk og starvsfólk í leikhúsum av øllum handa slag. Í felagnum eru koreografar, dansarar, operasangarar, musicalsangarar, dramaturgar, sjónleikarar, leikstjórar, ljóssniðgevarar, búnasniðgevarar, pallsniðgevarar, pallsmiðir, tøkningar og onnur leikhússtarvsfólk.
– Við at fagna fjølbroytninum í okkara yrkisliga umhvørvi, kunnu vit saman mynda og menna palllistina í framtíðini, hetta til gagns fyri føroyska áskoðaran.
Tey, sum hava tikið stig til felagið, eru:
Annfinnur Heinesen, leikstjóri
Birita Adela Davidsen, operasangari
Edith Dahl Jakobsen, musicalsangari
Jón Thorsteinsson, dramaturgur og rithøvundur Kristina Sundar Hansen, sjónleikari
Laura Joensen, sjónleikari
Rúna Volmarsdóttir Højgaard, koreografur og dansari











