Mong eru í Føroyum, sum virka vøru av góðari góðsku. Hetta er einki undantak í Vestmanna, men higartil hevur møguleiki einans verið at selt vøruna til árligu jólasøluna í bygdini. Við stovnanini av Norðstreymoyar Heimavirkisfelag, verður høvi at selja heimavirkaða vøru í Vestmanna alt árið. Hetta er vøra, sum limir felagsins lata inn. Tað vil siga, at limirnir eiga hesar lutir, inntil teir eru seldir. Hetta skrivar Vestmanna Kommuna í dag.
Stigtakararnir siga, at talan er um eitt trivnaðar- og mentanarligt átak, sum skal vera trivnaðinum í bygdini at frama. Sáttmálið er gjørdur um at leiga hølir í bygdini, og ætlanin er at hava café í hølunum, eins at selja heimavirkaða vøru.
Øll kunnu gerast limir í felagnum, og stigtakararnir vóna eisini, at áhugi er millum limirnar at røkta handilin og café’ina, so at hetta tiltakið verður veruleiki.
Norðstreymoyar Heimavirkisfelag er áhugafelag burturav, tvs. at alt arbeiði verður gjørt sjálvboðið og ólønt.










