Stovna felag fyri minnisveik og avvarðandi

Mánakvøldið verður fyrireikandi fundur í MBF-húsinum

 

MINNISVEIK

Eirikur Lindenskov

Mánakvøldið 25. juni verður fyrireikandi furndur til at stovan felag fyri dement, minnisveik. Fundurin verður kl. 19 30 í MBF-húsinum. Endamálið við fundinum er at vita, um fakfólk og avvarðandi eru, ið eru sinnað at virka fyri at felag verður stovnað, sum kann arbeiða fyri at bøta um korini hjá teimum dementu og avvarðandi teirra, tí tað er ein tung og svár uppgáva at liva saman við dementum fólki, sigur Sigrun Mohr, sum er fyriskipari.

? Vit hava eingi tøl í Føroyum fyri, hvussu nógv fólk líða av hesi sjúku, men samanbera vit við londini rundan um okkum, er tað óivað stórt og sigast kann, at uml. 60% av teim dementu líða av alzheimer sjúkuni, sigur hon.

Í londunum rundan um okkum verður nógv kannað og gjørt fyri henda bólkin, og tí halda fyrireikararnir, at løtan er komin at seta hetta á dagsskránna heima hjá okkum.