Mánakvøldið verður fyrireikandi fundur til stovnan av felagi fyri dement ella minnisveik. Fundurin verður tann 25. juni kl. 19.30 í MBF húsinum á Íslandsvegi 10.
Skráin er gjørd. Fyrst bjóðar Sigrún Mohr vælkomin, og síðani heldur Vilgerð Astridardóttir stuttan fyrilestur um demens. Videofilmur um Alzheimer demens við heitinum ?Når personligheden krakelerer? verður vístur.
At enda verður orðaskifti um stovnan av felagi.