Endamálið hjá felagnum er at bøta um korini hjá børnum, hvørs foreldur ikki búgva saman.
– Tað er umráðandi hjá børnum í torførum støðum at hava eina rødd. Tí eru vit nøkur foreldur við royndum, sum stovna eina føroyska systirdeild til 20 ára gamla danska felagið “Landsforeningen Børn og Samvær”, siga fyrireikararnir í tíðindskrivi.
Í lýsingini av kjarnuvirksemi sínum skrivar danska “Landsforeningen Børn og Samvær”, at tey eru ein felagsskapur við støði í barnsins sjónarhorni, sum ikki tekur atlit til mammuna ella pápan.
– Landsfelagið Børn og Samvera fer at arbeiða fyri, at samvera og samskifti hjá børnum við foreldur teirra altíð fer fram við barnsins tørvi í miðdeplinum. Felagið fer eisini at varpa ljós á lóggávu, sum hevur óhepna ávirkan á børnini og ætlanir eru eisini um, at skapa eitt netverk fyri útsett børn og foreldur teirra, skriva fyrireikararnir.
Stovnandi aðalfundur verður í kvøld, mikukvøldið 22. januar 2020, í hølunum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á Tinghúsvegi 7. Byrjað verður klokkan 19. Inngongd er úr Bøkjarabrekku.
– Øll, ið eru áhugað eru vælkomin til fundin, og foreldur eru vælkomin at hava børn við, siga fyrireikararnir.

Stovna felag at bøta um kor hjá børnum

