Stovna føroyskt fjepparafelag

Hetta hendir í Café Hattrick í Bowlinghøllini í Havn, har stovnandi aðalfundur skal haldast klokkan 17.30.

Ein roynd er áður gjørd at stovna felag fyri fjepparar hjá Manchester United, men hóast nóg mikið av fjepparum eru, so fekk felagið ongan tíð tað skap, sum ætlandi skuldi verða. Í summar varð ein áhugabólkur settur at gera fyrireikandi arbeiðið til slíkt felag, og nú er hetta arbeiðið komið somikið langt, at stovnandi fundurin kann haldast.