Íverksetarahúsið í Klaksvík bjóðar nú norðoyingum at royna seg í serligu íverksetaradisiplinini at stovna eina nýggja fyritøku upp á einans eitt vikuskifti.
– Vit fara til verka í góðu hølunum hjá Sjónámi fríggjakvøldið 29. august klokkan 17 og koyra ahead til sunnudagin 31. august kl. 17:00, tá úrslitini verða løgd fram á almennum fundi, siga tey úr Klaksvík.
– Sum fiskivinnuhøvðustaður í Føroyum verður Startup Klaksvík um maretimar vinnur. Øll hugskot, ið hava við havið at gera, verða vend og snarað. Hvat kann avskurður frá fiski brúkast til? Kunnu vit innovera og virðisøkja matvøru vinnuna? Kunnu vit nýta tilfeingið í sjónum til make-up, protein og sniðgeving? Eru fleiri møguleikar, tá talan er um ferðavinnuna og maretimu vinnuna?
– Eins og fiskur er tilfeingi í havinum, eru hugskot tilfeingi millum fólk, sum vit hava skyldu at røkja, og tað finnast nógvir ónýttir møguleikar innan maretimu vinnuna, siga tey.
Endamálið við Startup Klaksvík er at arbeiða við hugskotum frá byrjan til enda upp á stutta tíð og harvið at venja seg í at loysa tær avbjóðingar, sum íverksetarar standa yvirfyri.
Hvat fært tú burturúr?
• Ein einastandandi møguleika at vera við til at realisera eitt hugskot
• Eitt intensivt vikuskifti saman við øðrum, við somu avbjóðingum og áhuga, sum tú
• Eitt vikuskifti, fylt við góðari íverksetaraorku saman við inspirerandi mentorum
• Eitt supergott amboð at arbeiða víðari við
• Ein einastandandi møguleika at vinna ein ráðgevingapakka á 50.000 kr. frá Vinnuframa
Meira fæst at á is.fo










