Stovna borðtennisfelag á Toftum

Fríggjakvøldið klokkan 18 verður stovnandi fundur av einum borðtennisfelag í Nes kommunu. Sjálvur fundurin verður í tónleikarúminum í nýggja Tofta skúla. Í sambandi við, at borðtennisfelag verður sett á stovn á Toftum, skipar Borðtennissamband Føroya eisini fyri landsliðsvenjing í Tofta skúla fríggjakvøldið frá klokkan 17.30.

Nýggjur landsliðsvenjari kemur úr Svøríki fríggjadagin, og fyrstu venjingarnar verða soleiðis á Toftum.

Tíðliga í áttatiárunum fór Tofta Ítróttarfelag undir at skipa fyri borðtennisvenjingum, og var borðtennis ein partur virkseminum hjá B68 í fleiri ár. Felagið hevði bæði gentur og dreingir / kvinnur og menn, og vann felagið óteljandi meistaraheiti.

Í vetur hava nakrir ungdómar vant borðtennis á Toftum, og í vár gjørdist ein teirra, Ari Johannesen, føroyameistari í smádreingjadeildini.

Stórur áhugi er fyri at stovna eitt borðtennisfelag á Toftum, sum ætlandi kann fevna um ein størri part av Skálafjørðinum.

Foreldur at børnum í Nes kommunu hava eisini víst sín áhuga, og stigtakararnir til stovnandi fundin vóna at fáa foreldur at íðkandi børnum við í fyrstu nevnd felagsins.

Tá borðtennis var ein týðandi ítróttargrein í Nes kommunu í fleir ár, meta stigtakararnir, at fleiri eru, sum kunnu hjálpa til við venjingunum.

Nes kommuna hevur givið tilsøgn um borðtennisútgerð, og kommunan hevur eisini sagt seg vera positiva í at veita felagnum undir stovnan tímar í nýggju og stóru fimleikarhøll skúlans.

- Miðjað verður eftir, at regluligar borðtennisvenjingar kunnu byrja í fimleikarhøll skúlans, tá skúlaárið byrjar aftur eftir summarfrítíðina 2010, sigur Ian D. Jacobsen, sum er ein av stigtakarunum.