Stórvask í Javnaðarflokkinum

- Eg bæði vænti og vóni, at tá tunnilsuppskotini koma aftur úr Rættarnevndini, so verður tað ein samdur tingbólkur hjá Javnaðarflokkinum, sum fer at atkvøða fyri at tað almenna skal gera bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Annars hevur flokkurin ein álvarsaman trupulleika.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

 

Fyrr í dag gjørdi Gerhard Lognberg greitt, at hann fer at atkvøða fyri privatu tunnilsloysnini fyri Eysturoyartunnilin, um hann afturfyri fær landið at gera Sandoyartunnilin. Tí dámar Gerhard Lognberg væl leistin hjá løgmanni, sum ætlar at brúka 150 milliónir krónur úr gamla Landsbankanum til Sandoyartunnilin. 

 

- Ja, hatta er eitt gott uppskot, ið eg taki fult undir við, sigur Gerhard Lognberg, sum hinvegin als ikki følir seg bundnan av tí tunnilsuppskoti, sum hansara egni flokkur hevur lagt fyri løgtingið saman við Tjóðveldi. Tvørturímóti.

 

Støðan hjá sandoyartingmanninumgevur Aksel V. Johannesen ein trupulleika.  

 

- Allar útrokningar vísa, at Eysturoyartunnilin fer at geva yvirskot. Tað er høpisleyst at geva ein yvirskotstunnil burtur til danskar investorar, samstundis sum tað almenna skal gera Sandoyartunnilin. Tað hongur ikki saman, sigur Aksel V. Johannesen avgjørdur.

 

Formaðurin hevur tó enn ikki megnað at sannføra sín egna floksfelaga.

 

 - Eg vænti og vóni, at vit finna saman. Gera vit ikki tað so, hava vit eina álvarsaman trupulleika innanhýsis í flokkinum. Tann trupulleikin skal loysast, áðrenn atkvøðast skal í málinum, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Spurdur, um pláss er fyri Gerhardi Lognberg í Javnaðarflokkinum, um so er at hann atkvøður ímóti sínum egna flokki og fyri uppskotinum hjá landsstýrismanninum um privata loysn fyri Eysturoyartunnilin, svarar Aksel V. Johannesen soleiðis:

 

- Solidaritetur er  grundleggjandi principp í Javnaðarflokkinum. Og tá man hevur ein tunnil, sum sambært allari serfrøði fer at geva yvirskot, so er tað ikki serliga solidariskt at lata nakrar útlendskar investorar fara avstað við tí yvirskotinum, og so lata skattgjaldaran rinda aðrar tunnlar, sum ikki hvíla í sær sjálvum fíggjarliga. Tí er tað avgerandi fyri Javnaðarflokkin, at Eysturoyartunnilin verður almennur, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, við at trýsta á pílin undir myndini.