Tøl frá VisitDenark vísa, at yvir ein millión gestir brúktu leigutænatuna Airbn, tá tey ferðaðust í Danmark í fjør.
Tað er met nógv og ein hækking upp á 16 prosent síðani 2017, skrivar vinnusíðan hjá Jyllands-Posten Finans í gjár.
Umleið 500.000 av Airbin-bókingunum vóru íbúðir og frítíðarhús í Keypmannahavn. Aarhus, Odense og Aalborg býtti 100.00 av Airbnb-rúkarunum.
Felagið fyri gistingarhús, matstovur og ferðafólkavirki, Horesta, ávarar sambært Finans um, at tað kann kosta arbeiðspláss í útjaðaranum, um Airbnb tekur størri part av marknaðinum.
/ritzau/